Kirsten Brix:Undangonguverk

Fríggjadagin vardi Kirsten Brix Ph.D. ritgerð sína um Regin í Líð, skaldarnavn Rasmus Rasmussen. Verjan tók hálvanfjórða tíma, og alt gekk upp á stás. Skaldskapin hjá Regini í Líð kallar hon fyri undangonguverk

RITGERÐ

Tað er ikki á hvørjum degi, at ein verja av einari Ph.D. rigerð er í Føroyum. Ein av hesum sjáldsomu stundum var fríggjadagin, tá Kirsten Brix vardi sína Ph.D. ritgerð. Ritgerðin er um skaldskap hjá Regin í Líð, sum var skaldarnavnið hjá Rasmus Rasmussen, Rasmus á Háskúlanum.
Ein tílík Ph. D. ritgerð er eitt trý ára verk, sum vanliga verður tikið við ein lærdan háskúla. Tann, ið skrivar eina tílíka Ph.D. er vanliga kanditatur ella magistari og velur síðani at fara undir hesa trý ára gongdini, sum kallast fyri Ph.D. Vanliga er Ph.D. at meta sum ein granskingar verkætlan, har arbeitt verður við einum evni, ið ikki áður er kannað í størri mun. t.e. nortið verður við óroynd evni. Talan er um eina doctor grad, sum verður síðustillað við dr.phil. og gevur rætt til at kalla seg fyri doctor.
Ì kunngerðini um Ph.D. lestur á Fróðskaparsetrið Føroya stendur at lesa:
Ph.D.-heitið verður latið sum viðurkenning av, at tann, ið fær heitið, nøktandi hevur avrikað granskaraútbúgving og við eini ritgerð, sum er vard alment, hevur skjalprógvað, at vera førur fyri at gjøgnumføra vísindaligar rannsóknir við sjálvstøðugt at nýta háttaløg í vísindagreinini og á tann hátt hevur latið eitt íkast til gransking á einum stigi, sum samsvarar við altjóða Ph.D.-støðið í vísindagreinini.
Kirsten Brix, sum vardi sína ritgerð fríggjadagin, er útbúgvin cand.mag í donskum og týskum, og hon hevur eisini listið á føroyskt á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum, soleiðis at hon nú kann undirvísa í trimum ymsum málum.
Hennara ritgerð um Regin í Líð er skrivað á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum, og hetta er tann fyrsta av sínum slag á Fróðskaparsetrinum. Frammanundan er Malan Marnersdóttir dr.phil í føroyskum bókmentum, og hon var eisini vegleiðari hjá Kirsten Brix.


Opponentar
Fríggjadagin, tá Kirsten Brix vardi sína ritgerð, gekk alt upp á stás, og hon kann nú av røttum nýta sítt nýggja heiti. Sum sagt er talan um eitt trý ára langt arbeiði, sum inniber eitt størri verk. Hetta verkið vóru tað so nakrir opponentar ella andstøðingar, sum skuldu viðgera og gera viðmerkingar til. Andstøðingar eru allir útbúgvið fólk við serkunnleika innan økið. Teira hava havt rigerðina til ummælis í tríggjar mánaðir sum dómsnevnd, og tað eru teir, ið gera av, hvørt ritgerðin er á nóg høgum støði ella ei.
Tað var tó einki í vegin fyri, at Kirsten Brix fekk sína ritgerð góðkenda. Tað tók hálvanfjórða tíma at avgreiða verjuna, og hetta var ein hálvan tíma innanfyri markið, sum er fýra tímar fyri eina tílíka verju.
Í dómsnevndini og sum opponentar hava sitið Turið Sigurðardóttir, cand.mag á Fróðskaparsetri Føroya, Anne Kari Skarðhamar, fyristiamanuensis, dr.art við Høgskolan í Oslo og Martin Zerlang, lektari mag.art við Universitetið í Keypmannahavn.
Kirsten Brix sigur, at tað er lagt ógvuliga nógv arbeiði í ritgerðina. Hon hevur eisini part av tíðini verið á lærdum háskúlanum í Keypmannahavn fyri at læra meira um rákið og tíðarskeiðið, sum ger seg galdandi í sambandi við verkinum hjá Regin í Líð.
Høvuðsevnið í ritgerðini er fýra fagurbókmentaligir prosatekstir eftir Regin í Líð. Talan er um hina fyrstu føroysku skaldsøguna, Bábelstornið, stuttsøgurnar Minnisvarðin, Rakul og Eyðun. Allir tekstirnar eru útgivnir í tíðarskeiðini frá 1906 til 1909.
Fyri at geva eitt dømi um, hvussu nógv arbeiði lagt er í, so kunnu vit nevna, at Kirsten hevur umsett allar tekstirnar til danskt fyri betri at kunna savna sær upplýsingar í samstarvi við útlendskar serfrøðingar.
Hon kom tó á eina umseting av bókini, ið Rasmus Rasmussen sjálvur hevði skrivað. Har eru nakrir broytingar gjørdar, og hon metir hetta sum eina stórhending.

Undangonguverk
Við loyvi frá høvundanum, fara vit at prenta okkurt brot úr innleiðandi framløguni, sum varð hildin fríggjadagin. Í viðgerini leggur hon dent á at lýsa tað tjóðskaparliga, sum Rasmus Rasmussen var ein av undangomonnunum til við háskálanum og skrivingini.
?Sum háskúlastovnari er Rasmus Rasmussen við til at skapa ein pall, har tjóðareyðkennið, tað føroyska málið, er miðdepilin. Sum rithøvundurin Regin í Líð skrivar hann ta fyrstu føroysku skaldsøguna. Innihaldsliga lýsir hon ævisøguna hjá tjóðskaparrørsluni fram til tað mundið, hann fór undir at skriva hana, formliga er hon eitt dømi um tað tekstaslagið, sum sambært Benedict Anderson samsvarar við tjóðina.
Í tekstum sínum lýsir Regin í Líð sum tann fyrsti í føroyskum bókmentum samfelagsviðurskifti, kenslur, seksualitet o.s.fr. í modernaðum prosuformi. Bæði bókmentaliga og málsliga eru tekstir hansara undangonguverk?, skrivar Kirsten Brix m.a. í sínari ritgerð.