Eldrarøkt
Í morgun fór Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági til Havnar.
Við sær í taskuni hevði hon eina umsókn frá teimum fýra kommununum í suðuroyar syðru helvt um stuðul til at byggja ellis- og røktarheim í Vági.
Seinnapartin skuldi hon so út í almanna- og heilsumálaráðið at handa teimum umsóknina og tað er í tøkum tíma, tí seinasta freist at søkja um stuðul, er júst í dag.
Tað var í gjárkvøldið, at teir fýraborgarstjórarnir í suðuroyar syðru helvt hittust á kommunuskrivstovuni í Vági at snikka eina umsókn til um at at fáa stuðul til ellis- og røktarheimið.
Tað hendi, eftir at bý og bygdaráðini í Vági, Hovi, Porkeri og Sumba, høvdu samtykt at tær fýra kommunurnar skuldi vera saman um at byggja ellis- og røktrheim í Vági.
Hovbingar samtyktu ætlanina einmælt fyri fleiri døgum síðani. Vágs Býráð samtykti tað leygarkvøldið við einum meiriluta.
Bygdaráðini í Porkeri og Sumba høvdu tosað um ætlanina áður og vóru samd um at vera við, men í gjárkvøldið, mánakvøldið, varð tað so formliga samtykt av teimum báðum bygdaráðunum og báða staðni var samtyktin einmæld.
Eftir at øll kommunustýrini soleiðis høvdu samtykt at vera saman um at byggja ellis- og røktareim í Vági, hittust teir fýra borgarstjórarnir á fundi í Vági, har teir orðaðu umsóknina.
Tó var borgarstjórin í Sumba,Niclas Hentze, burturstaddir í arbeiðsørindum, so í hansara staði skrivaði Brynleif Bech, varaborgarstjóri, undir umsóknina.
Tað, sum tær fýra kommunurnar søkja um, er at fáa stuðul til at byggja eitt heim við plássi til 32 pláss í Vági.
Ætlanin er skipa heimið soleiðis, at har verður eitt ellis- og røktarheim fyri 16 fólkum, eitt heim til minnsiveik við plássi fyri 8 fólkum, men so er eisini at skipa eina deild við plassi fyri átta fólkum til uppvenjing, umlætting og til frítíðarítriv.
Harumframt skal heimið í Vági hava køk og mattænastu, dagumlætting, umframt umstøður til ítriv, ergo- og fysioterapi, fótarøkt, hárfríðkan, eins og skrivstovu til heimarøkinga og vaskarí.
Rentufrítt lán
Fara suðuroyingar at byggja ellis- og røktarheim í Vági, fara teir at fáa eitt serliga lagaligt tilboð um fígging av einum slíkum heimi.
Samgongan hevur ásannað, at Suðuroy er í eini serstøðu og hevur tí lovað suðuroyingum serliga lagaliga fígging, fara teir undir at byggja ellis- og røktarheim í Vági.
Umframt at nøkta tørvin á eldrarøkt, hevði eitt slíkt heim eisini skapt nógv arbeiði og tað er ein orsøk til, at samgongan er sinnað at gera eina serliga fíggingarskipan fyri Suðuroynna.
Bárður Nielsen. landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur boðað frá, at landsstýrið er sinnað fíggja alla byggingina í byggitíðini.
Ikki fyrrenn heimið er liðugt og fer at skapa inntøku, skulu kommunurnar byrja at betala sín part av fíggingini til landið.
Í hesum sambandi hevur landið bjóðað kommununum eitt rentufrítt lán, sum skal betalast aftur eftir 10 árum, frá tí at heimið stendur liðugt.
22 milliónir til kommunurnar
Heimið, sum ætlanin er at byggja í Vági er mett at kosta góðar 38 milliónir
Av hesum betalir landið 500.000 fyri hvørt búfólk, ella 16 milliónir tilsamans.
Eftir eru sostatt góðar 22 milliónir, sum kommunurnar í syðru helvt sjálvar skulu fíggja.
Eftir fólkatalinum skal Vágs Kommunu sostatt fíggja 14 milliónir, sumbingar skulu fíggja 4 milliónir, Porkenningar skulu fíggja 3,5 milliónir og hovbingar 1,3 millión.
Fyri Vág merkir hetta, at kommunan skal betala 1,4 millión um árið, um so er, at onki verður sett av fyrrenn heimið er liðugt og tað er ætlandi í 2009.
Men byrjar kommunan at seta pening av beinanvegin, skal ein millión setast av um árið.
Kundi verðið munandi bíligari
Annars var ætlanin at allar kommunurnar í Suðuroy skuldu vera saman um ætlanina, men higartil hava hvørki Tvøroyrar-Hvalbiar- ella Fámjins kommuna vilja givið tilsøgn um at vera við.
Var øll oyggin við, hevði eitt ellis- og røktarheim í Vági sjálvsagt verið munandi bíligari.
Ein útrokning, sum Útvarpið fekk frá Fíggjarmálaráðnum í gjárkvøldið, vísti, at var øll Suðuroyggin saman um ætlanina, hevði tað borið til at bygt eitt heim til 48 fólk fyri 57 milliónir.
Ein kanning vísir, at tørvurin á stovnsplássum til eldri í Suðuroy er 33 pláss og eitt slíkt heim kundi sostatt nøktatørvin nakað inn í framtíðina.
Men kortini høvdu kommunurnar sloppið væl bíligari enn tær gera nú. Stóð øll Suðuroyggin saman um eitt heim til 48 fólk, hevði Vágs Kommuna sloppið 4,3 milliónir krónur bíligari, enn hon ger nú, syðra helvt er einsamøll um eitt heim til 32 búfólk. Eitt