Kirstin Joensen, skiftisnæmingur í Coshocton, Ohio i USA
?????
Tað var týsdagur 19. oktober. Hevði havt ein vanligan dag í skúlanum. Gingið og runnið aftur og fram millum flokkarnar og tosað amerikanskt allan dagin.
Eg kom so heim og fór at kanna teldupostin. Fann eitt bræv, sum pápi mín hevði sent mær, har hann fortaldi at Teitur skuldi spæla í Columbus, Ohio.
Tað tekur bara umleið ein tíma at koyra til Columbus hiðani, sum eg búgvi, so eg spurdi míni vertsforeldur, um vit ikki kundu fara. Tey vóru beinanveg við uppá tað, so vit avgjørdu at fara.
Mær hevur altíð dámt tónleikin hja Teiti, so eg helt, at tað for at verða nokk so stuttligt at fara. Kanska eg eisini møtti onkrum føroyingi har?
Eftir skúlatíð dagin eftir fóru vit so avstað. Hann skuldi spæla á einum staði, sum kallaðist Little Brother?s.
Tað tók eina góða løtu at finna staðið. Tað var ein gamal banki, sum var gjørdur um til eitt lítið, hugnaligt spælistað. Vit stóðu uttan fyri og bíðaðu i eina góða løtu fyri at sleppa inn. Fleiri onnur fólk stóðu eisini og bíðaðu. Eg tosaði við tvær gentur, sum gingu á The Ohio State College. Tær fortaldu mær, at øll á skúlanum tosaðu um Teit, um hvussu væl hann dugdi o.s.fr., so fleiri av teimum vóru komin har at lurta tað kvøldið. Helt at tað var nokk so stuttligt, at so nógv høvdu hoyrt um hann.
Vit sluppu so inn. Keyptu atgongumerki og settu okkum niður. Ein maður kom so á pallin. Hann segði, at hann skuldi hita upp fyri Teit. So hann spældi í eina góða løtu. Hann var úr Columbus sjalvur. Hann dugdi ógvuliga væl. Spældi akustiskan gittara og sang sínar egnu sangir.
Aftaná helt eg so, at Teitur for at koma a pallin, men tá kom ein annar bólkur. Teir skuldu eisini hita upp fyri Teit. Teir vóru allir úr Nashville. Teirra tónleikur var ein blandiningur av Coldplay og Saybia, haldi eg. Teir dugdu ógvuliga væl!
Og sum tíðin gekk, komu fleiri og fleiri fólk. Hesin bólkurin spældi í umleið 1 tíma. Teir góvust so at spæla. Haldi at tað vóru uml 40-50 fólk inni tá, so tað var nokk so fult. Ein maður fór á pallin, gjørdi alt klárt.
Hann tendraði fleiri stearinljós og setti tey á pallin fyri at gera tað meira hugnaligt. Men eigarin av hesum spælistaðnum vildi ikki hava tey á pallinum, so hann mátti sløkkja tey.
Endiliga kom Teitur á pallin. Hann var vanliga klæddur. Sá avslappaður út. Øll fólkini klappaðu.
Hann setti seg á ein stól og tók gittaran fram og byrjaði at spæla. Hann spældi sangir av fløguni »Poetry and aeroplanes«. Øll sótu og smiltust og lurtaðu.
Veit ikki heilt, hvat tað er, sum ger at man fer at smílast, tá man lurtar eftir honum, men man kann ikki lata vera!
Teitur hevði ikki brúk fyri at hava stearinljás á pallinum fyri at gera stemningin hugnaligari. Tað var hann, sum gjørdi tað hugnaligt við síni rødd og gittarspæli.
Teitur fekk hjálp fra einum dana, sum spældi trummur og bass. Hann spældi í umleið ein tíma. Hann spældi eisini nakrar nýggjar sangir, sum hann stutt sídani hevði gjørt. Hann dugdi væl at undirhalda eisini. Fortaldi nakrar jokes.
Tá konsertin var liðug klappaðu øll, alt tað tey kundu. Konsertin var væleydnað. Fólk reistust og fóru at keypa fløguna hjá honum. Eg fór so eisini yvir har. Har stóð ein maður. Hann sá einki serliga amerikanskur út, so eg spurdi bara, um hann var føroyingur, og ja, tað var hann. Haldi, at hann var hjálparfólk hjá Teiti ella okkurt líknandi. Tað var ógvuliga stuttligt endiliga at síggja ein føroying eftir at hava verið her í næstan tríggjar mánaðar. Hann var ovfarin av at síggja meg, ein føroying, har.
Hann spurdi, hvat eg gjørdi her, og hvaðani eg var. Tað var bara stuttligt. Eina løtu aftaná kom Teitur. Eg tosaði so eisini við hann. Hann var bara heilt fittur. Var eisini ovfarin av at síggja meg har. Tað var deiligt at sleppa at tosa við onkran føroying aftur. Tað segði Teitur eisini sjálvur.
Hann spurdi so eisini, hvussu mær dámdi her og hvussu tað gekk. Teitur man vita eitt sindur um, hvussu tað er at vera burtur frá familju, vinum og Føroyum. Tað hoyrir man í sangunum hjá honum. So tað er nokk so hugnaligt at sita og lurta eftir tónleikinum hjá honum, tá man er í somu støðu.
Teitur hevur leingi verið ein stjørna í Føroyum og er tað eisini í USA nú. Men háast tað, so er hann "down-to-earth". Hann skal nokk klára seg fínt í framtíðini við evnunum, sum hann hevur.