Kirvi leitar út um landoddarnar

Við nýggjari føroyskari framleiðslu í Lopra, leitar Kirvi nú út um landoddarnar við føroyska vatninum.

 

 

Kirvi er miniralríka vatnið úr Sumbiartunlinum. Vatnið hevur navn eftir fjallinum Kirvi, vestan fyri bygdina, Lopra, har ovasti partur av fjallinum kallast Kirviskollur. Sagt verður um fjallið, at tað líkist einari pýramidu.

Tað var, tá teir í sínari tíð boraðu Sumbiartunnilin, at teir heilt óvæntað rendu seg í ein vegg, har ein vatnkelda spríkti úr tunnilsvegginum. Seinni varð funnið út av serligu góðskuni av vatninum í hesu keldu, og hetta gjørdist eisini byrjanin til Kirvi.

Basaltið er nógvar miljónir ára gamalt - ja, onkur sigur 55 miljónir ár. Tey kønu siga, at vatnið rennur niður ígjøgnum Kirvi-fjallið, har tað í basaltfláunum verður filtrerað og miniraliserað, og síðan kemur út aftur í tunlinum sum hágóðskuvatn á altjóða stigi.

Kirvi hevur nú selt fløskur við vatni í Føroyum í fimm ár. Tað byrjaði við vanligum vatni, síðan brúsivatni við sitrón, og til seinast er søtt brúsivatn eisini á marknaðinum - jarðber og hindber í einum og sitrón og ananas í hinum.

Síðan Kirvi byrjaði at fylla vatn á fløsku í 2015, hevur hetta verið gjørt í samstarvi við virki í Danmark. Hetta hevur verið ein keðiligur smakkur í munninum hjá fólkunum handan fyritøkuna, bæði orsaka av fíggjarligu og umhvørvisligu árinunum.

Men, í august í fjør kundi Kirvi lata upp virki í Lopra, har øll framleiðslan nú fer fram, og har vatnið úr Sumbiarbergholinum nú rennur oman á virki. Hetta saman við nýggju staðbundnu framleiðsluni á Lopra, ger, at framleiðslan hjá Kirvi nú hevur minst møgulig árin á umhvørvið. 

Latið er eisini upp fyri møguleikanum at flyta føroyskt vatn av landinum, og tað er lutfalsliga stutt síðan, at fyrstu 33 plattarnir av Kirvi-vatni fóru til Kekkia, har føroyska vatnið verður selt sum ein háprís- og hágóðsku vøra. Í løtuni verður eisini arbeitt við at byrja at selja Kirvi-vatn kring Skandinavia.

Í VikuskiftisSosialinum, sum kom í gjár - fríggjadagin - er serblað við heitinum "Keyp Føroyskt", og her er eisini frásøgn um gongdina hjá eitt teimum, sum framleiða Kirvi-vatn úr Sumbiartunlinum.