EFTIRMETING
Økisgranskingin, sum heldur til í Klaksvík, er ein sólskinsøga.
Tað vísir ein eftirmeting, sum ein norskur professari og ein norskur seniorgranskari júst hava almannakunngjørt.
Granskingardepilin fyri økismenning í Klaksvík varð settur á stovn við árslok 1999 sum ein verkætlan. Upprunaliga var ætlanin at gera ein varandi depil, men so nógvar ivingasamar røddir vóru frammi í granskingarumhvørvinum, at lagt var til brots við eini fyribils ætlan, sum skuldi eftirmetast, tá trý ár vóru fráliðin. Út frá hesum skuldi politiski myndugleikin taka støðu til, um depilin skal halda áfram.
Long frágreiðing
Eyðun Andreassen, formaður í Granskingarráðnum, hevur vegna Mentamálaráðið vent sær til Jørgen Amdam, professara í økismenning við Háskúlan í Volda í Noregi. Hann hevur saman við einum øðrum norskum granskara í økismenning, Terje Kleven, gjørt støðuna upp og skrivað eina 60 síður langa frágreiðing, sum varð liðug 25. november.
Teir geva granskingardeplinum síni bestu viðmæli, og boðini til føroyskar myndugleikar eru greið: Økisgranskingin í Føroyum eigur at halda fram.
Góður kvalitetur
Ein av ivunum, sum varð sáddur um granskingardepilin, var um førleikin á deplinum at granska var nóg góður. Hendan iva gera norsku granskararnir til skammar.
Uppá spurningin, um vísindaliga góðskan er nøktandi svara teir klárt játtandi. Vísindaliga bókin, sum granskingardepilin hevur givið út, heldur høgt fakligt støði. Arbeiðsrapportir frá deplinum hava eisini rímiliga høgt støði samanborið við samsvarandi frágreiðingar frá norskum stovnum, siga Amdam og Kleven.
Fyrst sum nú
Í fyrstu atløgu halda norsku serfrøðingarnir, at granskingardepilin eigur at halda fram við á leið sama leisti sum nú.
Depilin eigur so líðandi at byggja førleikan upp hjá granskarunum, so at teir allir um nøkur ár kunnu hava eina doktaragrad. Skipanin við at hefta ein útlendskan granskara afturat deplinum, sum setir krøv til framleiðslu og góðsku, hevur hepnast væl. Gjøgnum bókaframleiðslu og frágreiðingar hava granskarar á deplinum víst, at teir duga at gera økis- og samfelagsgreiningar.
Yvir 10 granskarar
Amdam og Kleve halda tað vera ilt at spáa um framtíðina hjá granskingardeplinum, tí hon veldst um politiska viljan. Men teir halda, at Granskingardepilin sum frá líður eigur at mennast til ein varandi stovn við í minsta lagi 10 granskarum. Tað eigur at lata seg gera longu um tíggju ár, halda teir. Um so verður, eigur depilin at vera fast knýttur at einum vísindastovni.
Niðurstøðan er tó, at tað í fyrstu atløgu er skilabest at grunda depilin í Klaksvík sum ein frían granskingarstovn, tí tað gevur deplinum bestu møguleikar at menna granskingina.
FAKTA
Granskingardepilin til økismenning húsast í gomlu politistøðini í Klaksvík. Harumframt heldur hann eisini partvíst til í Vági.
Tríggir granskarar arbeiða í Klaksvík og tveir í Vági.
Endamálið við granskingardeplinum er at útinna og menna samfelagsvísindaliga gransking, serliga við økismenning huga, og at menna vitan og førleika innan økismenning.
Fyrstu trý árini er granskað í trimum høvuðsevnum. Í 2000: Vinnulívsmenning eftir búskaparkreppuna. Í 2001: Kommunur og bygdasamfeløg. Í 2002: Ungdómur og útjaðarin.
Depilin hevur latið fleiri útgávur úr hondum. Ein bók "The restructuring of the faroese economy" og fleiri frágreiðingar og smárit eru komin út.
Fyribils er talan um eina verkætlan, sum tekur trý ár.