Økiskvotur og kynskvotur

Sjey kvinnur sóknast í blaðgrein eftir hugsan míni um kynskvotur í uppskotinum um broytingar í valskipanini.

Økiskvotur verða í hesum viðfeingi settar upp móti kynskvotum. »Vilja tit økiskvotur, so vilja vit kynskvotur,« siga HYPERLINK "mailto:" Jenny Kingbo, Katrin Gaard, Eva H. Bennicke, Ann Damgaard, Margit Stórá, Doris Bjarkhamar og Hallbera Fríða West.

Sum skilst, tykist fatanin vera, at kynskvotur eru ein berandi partur av verandi skipan, men einki er meiri burturvið enn tað sama.

Hildið verður, at nýfingna framgongdin í kvinnuumboðan á tingi skyldast nýggju vallógini, og ótti tykist vera fyri, at henda hvørvur aftur, sleppa vit verandi valskipan.

Hesin ótti er ógrundaður og beinleiðis villeiðandi. Eingin ivi er um, at tær kvinnur, ið valdar vóru við seinasta løgtingsval, høvdu verið eins væl valdar undir gomlu valskipanini.

Kvotur, ella fyrimunir, kunnu skipast við lóggávu, men einki sæst til nakað hugskot hesum viðvíkjandi.

Í Noregi, Danmark og Svøríki hava flokkarnir nøkunlunda ræði á, hvørji vald verða á teimum einstøku listunum, og tað høvdu vit eisini í Føroyum fram til 1972.

Tey fáu, sum skipaðu listarnar kring landið, gjørdu tá av, at tann sum tey settu ovast, fekk sessin.

Hesi ódemokratisku kvotuskipan, har nøkur fá gjørdu av, hvørji tey nógvu sluppu at velja, sleptu vit fyri meiri enn einum mansaldri síðan.

Til ber eisini at broyta verandi lóggávu soleiðis, at annarhvør, sum kemur inn, skal vera kvinna, men einki sæst í nøkrum flokki til nakra hugsaða gongd hendan vegin.

Fyrr var tað so, at heitt varð á veljaran um at velja flokkin, men her er munandi broyting komin í.

Verandi valskipan er sera persónsfikserað, og heilt vanligt er nú at síggja ovurdýrar litríkar fotomontasjur, bera boð um persónlig heldur enn politisk val.

Vit hava í dag eina størri kapping millum valevni enn millum flokkar, og ikki er óvanligt at hoyra fólka siga seg ikki hava ráð til at stilla upp.

Skalt tú hinvegin síggjast aftur í almenna kjakinum, so kostar tað pening.

Lýsingar, faldarar, heimasíður, avís- og portalbannarar, valgreinar, bussreklamur og plakatur úr A4 upp í húsafasadustødd seta ovurstór krøv til teirra, ið halda seg hava ráð til at bera út ein almennan politiskan boðskap fyri privatan kostnað.

Upphæddirnar, tey einstøku brúka, liggja úr 10 upp í fleiri hundraðtúsund krónur, og eru hetta upphæddir, ið tungar eru at avrokna, serliga um eingin inntøka verður vunnin fyri íløguna.

Havandi í huga, at kvinnur í stóran mun hava lægri inntøkur enn menn, skilst, at galdandi valskipan, har ein er móti øllum, og øll móti einum, ikki júst er fremjandi fyri at fáa fólk við lágum inntøkum inn á ting.

Elitan í samfelagnum gerst alt betri umboðað, og herda kappingin hevur við sær, at bæði millum tey uppstillaðu og tey valdu er tað nú ein størri partur, sum hevur langa útbúgving og góða inntøku.

Verandi valskipan hevur ma. tær álvarsomu fylgjur, at kvinnurnar, sum vanliga verða roknaðar sum tann minni múgvandi bólkurin, fara við síðini at vera við skerdan lut.

Síðani verða onnur minni múgvandi við sviðusoð, og endin verður, at tað eru tey ríku, sum koma at sita við tí politiska valdinum.

Eitt týðiligt rák sæst sostatt aftur í, at tað er tað óuppplýsta peningavaldið, sum fær ræði á samfelagnum, og tað er ein ódámlig gongd hjá okkum, ið royna at verja tann minni menta og eina so munagóða kvinnuumboðan á tingi, sum gjørligt er.

Fyri tíggju árum síðan fingu finnlendingar lóg um, at tey uppstillaðu skuldu kunnað um, hvussu tey fíggjaðu valstríð sítt, so at innlit fekst í skuldsetingarnar um, at tey valdu fóru at renna privat ørindi fyri tey, ið fíggjaðu valstríðið hjá politikarunum.

Tær sjey kvinnurnar vilja vera við, at broyta vit valskipanina aftur, so lóggeva vit kvinnurnar út aftur úr Løgtingum.

Einki prógv er fyri hesum, tvørturímóti. Lata vit hinvegin standa til, so sæst einki nýtt, hvørki kvinnu- ella mansandlit, aftur á tingi úr ytru pørtunum av landinum.

Tingið fer sum frá líður at verða mannað av fólki, sum búgva har atkvøðurnar eru, har miðlarnir virkað, har tær flestu og størstu inntøkurnar eru, og har tað óupplýsta peningavaldið hevur tær rúmastu ræsirnar at virka á.

Tástani er fólkaræði farið fyri bakka, og tað kann ganga væl skjótari enn nakar gevur sær far um.

Flestu av omanfyri nevndu niðurstøðum komu fram í fyrilestri fyriskipaðum av Demokratia á Parnassinum í 2007, og eg kann ikki annað enn siga meg fullsamdan í tí, har kom fram.