Í nýggja uppskotinum um fyrisiting av sjófeingi, leggur samgongan upp til, at økir kring landið skulu hava betur møguleika at taka lut í keyp og virking av fiskatilfeinginum. Millum annað skulu 60% av landaðum fiski í Føroyum, bjóðast út á almennari uppboðssølu. Eisini verður landstýrismanninum heimilað, at bjóða serligar økiskvotur út, ið skulu stuðla undir menning av økjum í landinum, ið eru í vanda fyri vaksandi arbeiðsloysi, fallandi fólkatali og óhepnum demografiskum býti.
Ein treyt er eisini, at økir mugu verða somikið stór, at kapping verður um bjóða uppá kvoturnar.
Dennis Holm, borgarstjóri í Vági, sigur hugskotið verða áhugavert og kann verða eina máti at venda tí miðsavnan, ið hevur verið seinastu árini.
- Líknandi átøk eru roynd í Íslandi og Norra, men tað er torført at siga hvørt tað hevur rigga ella ikki. Eg kann tó siga, tað sær út sum landstýrið vil venda tí miðsavnan av vinnu og størvum, sum er farið fram seinastu árini og royna hetta, at fáa størri vinnu kring landið. Tað í sær sjálvum er áhugavert og kann lata upp fyri nógvum spennandi verkætlanum, sigur Dennis Holm.
Dennis Holm sigur, at royndir í Íslandi og Norra vísa, at loyvini mugu virka undir eini menning og virking í økinum og skulu ikki bert nýtast at selja víðari. Tað er mátin at fáa bestu úrslitini úr eini skipan sum hesari.
Hann sigur, við hesum kunnu nøkur í Suðuroy arbeiða saman um at fáa eina uppsjóvarkvotu til Suðuroyar og tað kann skapa arbeiðspláss og aðra vinnu í einum øki, sum næstan ongan fiskiflota hevur eftir.
- Um tað spyrst burtuúr, so kann tað gerast áhugavert fyri okkum, sigur Dennis Holm.
Hann sigur eisini, at fyrrenn tað er meira útgreina júst hvussu tað kemur at rigga og hvørjar ætlanir eru við uppskotinum, er torført at siga so nógv meira.