Tikið verður m.a. til:
?at geva øllum borgarum javnbjóðis møguleikar
?at leggja almenna sektorin nærri borgaranum, har hetta umsitingarliga ber til
?at dentur verður lagdur á økismenning
?at besta grundarlagið undir samfelagnum er virksemi og trivnaðu rá øllum plássum í landinum
?at menna nýggjar vinnur og fremja økismenning
Undirritaði, sum býr á einum veruligum útjaðaraøki, bíðar nú við spenningi, hvussu hendan samgongan fer at roynast á hesum øki.
Ein avleiðing av hesum politikki skilji eg er, at í vár verður farið at bora tunnil undir Vestmannasundi og helst fara tað ikki at ganga mong ár, til at tað eisini fer at verða borað undir Leirvíksfirði. Hetta fer at knýta størsta partin av Føroyum í eina stóra eind, sum kemur at hava stóran framburð og týdning fyri oyggjarnar norðan fyri Suðuroyarfjørð. Fyri Suðuroynna kemur hetta at merkja, at vit tá av sonnum gerast útjaðari, og tað við lít.
Gongdin í økismenningini hevur ikki gingið tann positiva vegin. Almenna umsitingin, sum er skorin eftir donskum leisti, hevur bert hug at vaksa í høvuðsstaðnum, og tá tað kemur til suðuroynna, so hava vit ikki merkt nakran bata, heldur hinvegin. So um politikkararnir ikki longu nú taka seg um reiggj, og gera nakað munadygt á hesum øki, Suðuroynni viðvíkjandi, fer tað at verða heilt galið um fá ár, har vit kunnu vænta, at fólkið fer at flyta.
Tá vit hyggja at grannalondum okkara, síggja vit, at í Norra liggur oljudirektoratið í Stavanger, langt frá høvuðsstaðnum Oslo, og tað sama í Stórabretlandi, har teirra oljudirektorat liggur í Aberdeen. Í báðum førum so nær oljuøkjunum sum gjørligt. Undirritaði skjýtur tí upp, at verðandi oljufyrisiting verður umskipað til eitt oljudirektorat, sum kann hoyra til eitt av aðalstýrinum t.d. vinnumálastýrinum við heimstaði í Suðuroy.
Eftir hvat oljufeløgini hava boðað frá, verður tað neyvan brúk fyri meira enn tí eini oljuhavnini í Føroyum tey fyrstu nógvu árini, og landafrøðiliga liggur Suðuroyggin høgligast fyri, og hevur Drelnes verið inni í myndini. Tí hevði tað kanska verið skilagott t.d. at lagt oljudirektoratið í Vági, um býráðið er ført fyri at vísa á hóskandi hølir. Hetta hevði havt ein ómetaligan stóran týdning fyri menningina av Suðuroynni, og fyri at fingið væl kvalifiseraðan ungdóm at støðast í hesum útjaðaranum. Samstundis hevði samskiftið við Suðuroynna verið betrað av sær sjálvum.
Treytin fyri at vit suðringar kunnu bjóða okkum fram at hýsa eini oljuhavn og oljudirektorati er, at vit standa saman, og býttisligar trætur og klandur millum tvørafólk og vágbingar, har hvør roynir at draga til sín sum mest, má halda uppat. Bestu dømi rum slíka bítta atferð er tá sunnari partur av oynni alieraði seg við Vágoynni, ella tá felagið TOR á Tvøroyri varð stovnað, har øll í sunnaru helvt av oynni vóru útilokað. Heldur ikki slík barnslig framferð uppat, er vandi fyri at aðrir fara við virkseminum, so als einki oljuvirksemi verður í Suðuroynni, og hvussu skilið tá verður hvørki kann ella tori eg at ímynda mær.
Ein stórur fyrimunur hevði eisini verið, um ein tunnil kom millum Hov og Tjaldavík. Á hendan hátt verður oyggin betri samansjóva, og tá ger tað næstan tað sama hvar ein býr, ella hvar oljuhavnin ella direktoratið liggur í oynni, tí kommunurnar allar (ella báðar) fáa jú allar ágóðar av skattinum. Sum dømi skal eg minna á, at nógvir vágbingar starvast á sjúkrahúsinum og ellisheiminum á Tvøroyri, meðan nógvir tvørámenn starvast í Vági hjá t.d. SEV og studentaskúlanum.
Fyri at eitt slíkt hugskot kann vinna frama, er sum sagt, at fólkið í oynni stendur saman, men eisini at bæði vinnan, kommunal- og landspolitikkararnir í Suðuroynni ganga saman um eina slíka ætlan. Tað eigur eingin at góðtaka, ikki at fáa nakað svar ella undanførslur frá teimum ráðandi myndugleikunum í Tinganesi, tí kravt eigur eisini at vera at koma á tal við myndugleikarnar um hesi viðurskifti.
Hetta vóru bert nakrir fáir tankar, frá einum, sum ikki er serkønur á økinum, men sum í spenningi fylgir við. Vónandi verða teir tiknir til umhugsan og í álvara, tí at alt gongur við fúkandi ferð, og áðrenn vit vita av, er vinnan komin í gongd.
Kai Vágfjall