Økispsykiatri um alt landið

Skjøtil er nú settur á økispsykiatriina í Suðuroy.

- Hetta er ein av orsøkunum til, at eg fór upp í politikk. At arbeiða fyri, at eisini fólk við sálarsjúku fáa tænastu úti í økjunum og harvið kundu fáa betri lívsgóðsku og livikor, snýr seg um at fáa javnbjóðis rættindi til allar sjúklingar.

 

Tað segði Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í røðu síni, tá skjøtil varð settur á økispsykiatriina í Suðuroy. Í hesum sambandið varð boðið til móttøku á Heilsumiðstøðini í Vági í dag.

 

Um bara fáar dagar verður farið undir økispsykiatri í Vágum og seinni í ár eisini í Sandoynni. Tað merkir, at tá summarið er farið at halla, er økispsykiatriska tænastan útbygd til alt landið og er harvið ein tænasta, sum fevnir allar borgarar í Føroyum.

 

Røðan, sum Sirið Stenberg helt í Vági í dag, kann lesast í fullari longd á heimasíðuni hjá heilsu-og innlendismálaráðnum, www.himr.fo