Økistænastan í Sandoy fær hvassa átalu frá Løgtingsins umboðsmanni

Starvssetanin av leiðara til økistænastuna í Sandoy eigur at verða viðgjørd av nýggjum, sigur Løgtingsins umboðsmaður.

Løgtingsins umboðsmaður hevur nú viðgjørt kæruna frá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar í samband við setanina av leiðara til økistænastuna í Sandoy.

 

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar kærdu um, at best skikkaði søkjari ikki varð settur í starvið og at teir báðir sjúkrarøktarfrøðingarnir, sum søktu starvið, onga grundgeving høvdu fingið fyri, hví teir ikki fingið starvið.

 

Fýra umsøkjarar vóru til starvið, har av tveir sjúkrarøktarfrøðingar, men stýrið valdi at seta ein heilsurøktara í starv sum leiðari.

 

Løgtingsins umboðsmaður skrivar í síni niðurstøðu, at stýrið í fleiri førum ikki hevur hildið fyrisitingarlógina.

 

- Einki skrivligt tilfar er um setanina ella um, hvørjar sakligar metingar førdu til, at ein onnur var sett sum leiðari, endurgevur felagið fyri føroyskar sjúkrarøktarfrøðingar úr dóminum.

 

Umboðsmaðurin hartar stýrið fyri, at einki skrivligt tilfar er frá viðgerðini. Av tí at einki skrivligt tilfar er, er eisini ógjørligt hjá henni at meta um, hvørt best skikkaði umsøkjarin fekk starvið ella ikki. Myndugleikarnir hava jú skyldu at seta best skikkaða umsøkjaran í starv.

 

- Umboðsmaðurin heldur hetta verða sera atfinningasamt, og at grundleggjandi feilir eru gjørdir, so Umboðsmaðurin heitur á stýrið fyri Økistænastuna í Sandoy at viðgera alla starvssetanina av nýggjum, skrivar Felagið fyri Føroyskar Sjúkrarøktarfrøðingar um avgerðina hjá løgtingsins umboðsmanni.

 

 

Í stýrinum fyri Økistænastuna í Sandoy eru borgarstjórarnir í kommununum í oynni.