KJ keypt timburhandil á Kambsdali

- Timburhandilin er sum stoyptur inn í okkara konsept, sigur stjórin í KJ Hydraulik, Ólavur Asafsson Olsen.

Í desember síðsta ár keypti KJ Hydraulik bygningin, sum Havnar Timburhandil seinastu árini hevur átt á Kambsdali. KJ fer at brúka bygningin til goymslu av stórum tingum, eitt nú motorum, kranum, stórum kveylum av slangum og ymiskum øðrum, sum fyritøkan hevur í sínum vøruútboði.

 

Ólavur Asafsson Olsen, stjóri í KJ, sigur, at sølubúðin, sum eisini verður í hesum bygningi, fer ikki at líkjast tí, sum Havnar Timburhandil hevði á Kambsdali. Tað eru heilt onnur og størri ting, sum vit hava í okkara vøruútboði, og hareftir verða goymsla og sølubúð sjálvsagt.

 

KJ hevur í fleiri ár leigað seg inn í hølum, sum Havsbrún eigur á Kambsdali, og nú Havsbrún skuldi brúka hesi høli, passaði tað KJ væl, at timburhandilin kundi keypast. Ólavur Asafson Olsen sigur, at teimum dámar bygningin ógvuliga væl og halda, at hann er sum "stoyptur" inn í teirra konsept.

 

Stjórin í KJ sigur, at vørugoymslan í fyrsta lagi er ætlað virkseminum hjá fyritøkuni og teimum mongu viðskiftafólkum, feløgum og kommunum, sum fyritøkan hevur. KJ hevur nógvar kommunur, entreprenørar, maskinverkstøð og veitarar annars sum viðskiftafólk, bæði í nærumhvørvinum, Norðoyggjum og út eftir Skálafjørðinum.

 

Ætlandi lata goymslan og sølubúðin alment upp einaferð í apríl í ár.

 

Hjá KJ arbeiða tey eisini við øðrum broytingum. Tá vørugoymslan, sum hevur verið í høvðsbygninginum, flytir út, fer niðara hæddin í bygninginum at verða brúkt til hydrauliskan verkstað, og síðan verða nakrar skrivstovnur innrættaðar í ovaru hæddini.

 

- Smiðjubygningurin, sum stendur her ovari, og sum er bygdur í 1987, verður eisini bygdur út niðan eftir við 400 fermetrum, og her verður smiðjuparturin tvífaldaður, sigur stjórin, Ólavur Asafsson Olsen.