- Kjølfestið hevur verið kristna trúgvin

Tala í Vesturkirkjuni 2. hvítusunnudag 5. juni 2006 í sambandi við at standmynd Sigmund Brestissonar varð avdúkað:


Jesus segði: Sáðið er Guðs orð. (Luk 8,11). Og Jesus segði uppaftur: & tit skulu verða vitni míni bæði í Jerúsalem og í allari Júdeu og Sámáriu og líka til ytstu endamark á jørðini (Áps 1,9).
 
Tað er alment viðtikið í landi okkara, at vit ikki mugu missa okkara søgu og okkara mál, tí okkara mentan og okkara samleiki eru treytað av hesum. Og rætt er tað. Vit eiga tí at virka fyri at ungdómur og fólk okkara fær hollan kunnleika til sína søgu og sítt mál.
 
Men hvat hevur verið kjølfestið í mentan okkara? Er tað søgan? Er tað málið?
Søgan sigur okkum tað, ið farið er, og sum lærir okkum, hví vit eru tey, vit eru. Vit kunnu ikki flýggja undan okkara søgu.
Málið er amboðið, vit samskifta við, og sum vit halda allari samveru og samleika uppi við. Menniskjað er ein sosial vera, og hevur tað ikki mál, verður sosiali felagsskapurin eins og øll menning og framburður av ongum.
Søgan og málið. Men hvat vit trúnni?
 
Kjølfestið í mentan okkara hevur verið kristna trúgvin.
Trúgvin, eitt menniskja hevur, er tað innasta og tað, sum stýrir lívi og levnaði, sum vegleiðir okkum at taka avgerðir í lívsins avgerandi málum, og sum skundar undir tey møguligu tøk, vit taka í lívi okkara.
Einki greinar tí menniskja betur enn tess trúgv. Djúpast sæð og rætt skilt, trúgva øll. Øll hava eina mynd av tilveruni, eina heimsmynd, sum sigur nakað um, hvussu alt hongur saman. Og tá ið tað kemur til lívsins stóru spurningar í heimsmynd okkara er neyðugt at trúgva. Og hví tað? Tí vit kunnu ikki prógva alt í tilveru okkara.
 
Nógv kann søguliga staðfestast og vitast um úr gomlum døgum. Eisini frá bíbilskari tíð ber til við keldum at staðfesta tað, sum farið er fram. Og nú er so eingin søguligur persónur frá síni samtíð betri vitnaður enn Jesus úr Nazaret.
                      Hóast vit ikki hava nakað av Bíbliunnar frumritum, so finnast fleiri enn 5.000 uppruna-avskriftir av øllum Nýggja Testamenti ella við pørtum av tí. Einstøk orð eru funnin á lepum, sum kanska bara eru um 35 ár eldri enn frumritið. Men annars eru hesi nógvu avskrivaðu handritini eini 150 til 250 ár eldri enn frumritini. Og tað er sjálsamt samanborðið við aðrar bøkur um hetta mundið. Til samanberingar kann nevnast, at elsta varðveitta handritið við dialogum Platons er frá 900-talinum. Tvs. um 1.300 ár eldri enn Platon.
 
Men hvørt Gud er til ella ikki, kann ikki prógvast, bara trúgvast.
Hvørt vit og alt livandi hevur ment seg úr ongum ella skapað av Gudi, kann ikki prógvast, bara trúgvast.
Hvat hendir, tá ið vit doyggja kann ikki prógvast, bara trúgvast.
Hvat er rætt og rangt, kann ikki prógvast, bara trúgvast.
Hvat endamál menniskjunnar er, kann ikki prógvast, bara trúgvast.
 
Uttan trúgv er tað tí ómøguligt at vera menniskja. Øll hava vit eina heimsmynd tilvitað ella ótilvitað, og í hesi mynd hava vit í teimum avgerandi spurningunum bara trúnna at halda okkum til.
 
Kristna trúgvin stavar frá Jesusi úr Nazaret, ein maður kendur fyri sína læru, sítt lív og sínar undirgerðir. Ein maður sum av rómverjum varð krossfestur, men sum sjálvur segði, at hann mátti geva sítt lív, um mannaættin skuldi hava vón um ævigt lív. Hann helt fast við, at hann var Guds sonur komin í heim at geva lív sítt sum loysigjald fyri mong. Hvørt deyði hansara var loysigjald ella ikki, kann ikki prógvast, bara trúgvast.
 
Tey fyrstu, sum trúðu á hann, vóru vitni. Tey høvdu sæð hann í lívi og í deyða og eftir uppreisn hansara. Summi teirra søgdu seg hava sæð og verið saman við honum nakrar ferðir eftir, at hann var risin frá deyðum. Og hvat høvdu tey sum amboð? Málið. Orðið. Og orðið tey skuldu nýta í samskifti sínum, var Guds orð. Tí sáðið, sum kann skapa trúgv og vøkstur í Guds ríki, er orðið um Jesus og kross hansara!
 
Og hesi fóru so undir at boða gleðiboðskapin um Guds son og vitna um tað, tey høvdu hoyrt og sæð. Og vitnisburður teirra rein við menniskju.
Fyrstu tíðina vóru tey í Jerúsalem, men tey komu so um Júdea og Sámária og eru nú við ytstu endamark á jørðini.
Fyri fólk á okkara leiðum hevur kristindómurin sín uppruna í táverandi rómverska landslutinum Palestina, og kom so til Evropa. Men, nei. Tey fyrstu 1.000 árini stóð kristna trúgvin sterkari í Norðurafrika og Ásia enn í Evropa. Ikki fyrr enn í 1.400 talinum varð høvuðssætið hjá kristnu kirkjuni flutt til okkara heimspart.
 
Philip Jenkins, ein leiðandi granskari um støðu kristindómsins, og sum í 2002 gav út bókina The Next Christendom, roknar við, at sum gongdin við fólkavøkstri og trúgv er í løtuni, verða ár 2050 um tríggjar  milliardir kristin, ella um eg má skoyta uppí: tríggjar milliardir, sum eru ávirkað av kristindómi. Men tá fer bara millum ein fimtipartur og ein sættipartur at vera hvít menniskju. Seinastu 100 árini er álvarsliga gingið afturá við kristnu  trúnni í Evropa, og seinastu 20 árini eru tað islam, buddisma og New Age sum vaksa. Kirkjuvøksturin er hinvegin at síggja í Latínamerika, Afrika og Ásia.
 
Sum kristnir evropearar kunnu vit harmast, men vit hava onga orsøk at missa mótið, tí vit vita, at sáðið, sum skapar vøksturin, er Guds orð.
 
Henda dagin, vit í Vesturkirkjuni og í kirkju okkara á ein serstakan hátt aftur minnast 1.000-ára kristnisøgu føroyinga, er tað orsøk at gera upp støðu okkara, og seta mál fyri framtíðar kristniarbeiði her á landi.
 
Søgan sigur okkum, at tá ið William Gibson Sloan og Axel Frederik Moe frá hvør sínum samanhangi komu til landið við teirra vekingarboðan, hevði kristindómurin longu verið einasta trúgv føroyinga í 900 ár. Tað lá væl fyri hjá teimum og starvfeløgum teirra at arbeiða, tí væl hevði verið sáað frammanundan. Heystað varð tað, onnur høvdu sáað.
 
Hvørji vóru hesi onnur? Jú, heimini og skúlin! Høvuðsuppgávan hjá foreldrum og skúla var at geva børnunum og uppvaksandi ættarliðinum kunnleika til kristnu trúnna, har bíbliusøga og 10 boðini hoyrdu til.
 
Hvussu er støðan 100 ár eftir teir báðar Sloan og Moe? Og hvussu er hon  1.000 ár eftir Sigmund Brestisson og Trónd í Gøtu? Hvussu stendur til við søgu- og málkunnleikanum í landi okkara? Og hvussu stendur til við kristnikunnleikanum?
                      Ein nógv umtalað kanning hevur talað, og royndir okkara, sum arbeiða millum børn og ung, siga eisini nakað. Konfirmantarnir t.d. tey seinastu 10 árini hava víst seg at havt alt ov lítlan kunnleika til bíbliusøguna og 10 boðini. (Tað kunnu vera um helvtin av einum konfirmantflokki, sum hvørki kennir til Ábraham, Ísak og Jákup ella boðini&).
Her má gerast nakað!
 
Hvat, ið hent er í samfelagi okkara seinastu árini serliga eftir Seinna kríggj - skal eg ikki koma inn á her, men ynski mítt er, at heimini og skúlin aftur í størri mun taka lógvatak saman. Hetta er ikki bara galdandi kristnifakið. Samstarv millum heim og skúla er neyðugt sum heild. Men um kristna  trúgvin støðugt skal vera kjølfestið í mentan okkara, skal kristni aftur koma til heiðurs og æru í skúla og heimi! Lat hetta verið eitt høvuðsmál okkara fyri framtíðar kristniarbeiði í landi okkara.
 
Søgan sigur okkum tað, ið farið er; málið er amboðið, vit samskifta við, og trúgvin er tað innasta og tað, sum stýrir lívi og levnaði okkara. Men sáðið til kristna trúnna, tað er Guds orð. Í hesum orði hongur okkara lív og æviga lagna.
 
Orð Grundtvigs eru tí galdandi ættarlið eftir ættarlið og øld eftir øld:
 
Títt orð er, Guð, várt arvagóðs,
tann arv vit bestan fingu,
í grøv veit okkum, Guð, tað rós,
at leidd av tí vit gingu;
tað er vár hjálp í neyð,
vár troyst í lív og deyð.
O, Guð, ið hvussu fer,
lat, meðan verøld er,
tað fólks várs arvur vera.