Kjósa tey bestu í fitness

Um góðar tvær vikur skulu fýra kvinnur og sjey menn vísa, hvat tey duga innan fitness, og hvussu væl kroppur teirra er vandur. Hetta verður leygarkvøldið 18. mai, tá kappingin Fitness Føroyar 2013 fer fram.

 

Tað eru teir báðir Jákup Jacobsen og Jákup Suni Berg, sum hesaferð skipa fyri kappingini.

 

Kappingin var annars avlýst av upprunaligu fyrireikarunum.

 

- Fólkini, sum hava vant fram til kappingina, vóru sjálvandi hørm um, at kappingin ikki fór at vera, og tí vendu tey sær til okkum fyri at vita, um ikki vit kundu standa fyri kappingini. Tað vildu vit fegnir, sigur Jákup Jacobsen, sum eigur og rekur venjngarmiðstøðina Yndi Fitness í Havn.

 

Seinasta kappingin innan fitness var í september mánaði í fjør, og hóast henda kappingin ikki hevur sama heitið, er talan um somu greinir, luttakararnir kappast í.

 

-Vit hava valt eitt nýtt navn til kappingina og kalla hana nú Fitness Føroyar, men burtursæð frá heitinum eru ongar broytingar í sjálvari kappingini, greiðir Jákup Suni Berg frá.

 

Teir báðir fyrireikararnir eru serliga ernir av dómarunum, sum skulu døma teir ellivu føroyingarnar. Talan er um danarnar Henning Christensen og Thomas Nordal, sum báðir eru virknir og kendir innan fitness.

 

Kappingin Fitness Føroyar 2013 fer fram á Hotel Føroyum leygarkvøldið 18. mai.