Kjøtfrikadellur frá formanninum

Sum nakað serligt lívgar nevndarformaðurin arbeiðsfólkið við døgurða á Bátafisk. Á menu’ini eru bæði frikadellur og ræst kjøt.

- Jú, Asbjørn dugir bara væl at gera mat, sigur Rúni.
Fríggjadagin í farnu viku stóð nevndarformaðurin, Asbjørn Djurhuus úr Tjørnuvík við kjøtgrýturnar og gjørdi sós.
Dagsins rættur er kjøtfrikadellur úr lambskjøti, eplir, reyttkál og súltutoy. Alt varð gjørt eftir eini uppskrift, hann hevði fingið frá vermóðir síni. Aftaná var kaffi, smákakur og karamellur at fáa.
Aðrar dagar hevur hann borðreitt við saltkjøti og mín sann eisini við røstum kjøti.
Tað ber væl til at gera mat til alt arbeiðsfólkið, tá teir jú ikki eru fleiri enn seks mans í tali.
- Væl smakkar hjá honum, sigur Rúni.