Kjak á Rás2: Kvinnurnar yvirhála menninar

Kanska verður tað ikki leingi, so verða tað menninir, sum skulu berjast fyri at fáa javnstøðu á nógvum økjum

Í nógv ár hava kvinnur stríðst fyri javnstøðu ímillum kynini. Men er tann dagurin langt burtur, har tað verða menninir, sum mugu stríðast fyri javnstøðu.

 

Javnstøða ímillum kynini er evnið, sum fer at elva til kjak á Rás2 klokkan 16 í dag. Tey, sum fara at kjakast um hetta, eru Herleif Hammer, rektari í Hoydølum, Brynhild Højer, lærari í marknaðarbúskapi og sponskum á Handilsskúlanum, og Eyðun Gaard, leiðari á Yrkisdeplinum hjá Mentamálaráðnum.

 

Tað er eingin loyna, at enn eru tað ávís øki, sum eru at kalla kvinnustørv burturav, eitt nú inan heilsu- og eldrarøktini, fiskavirking á landi, fyrisiting og námsfrøðingunum eisini eru kvinnur.

   
Hinvegin eru menninir í stórum meiriluta í privatari tænastuvinnu, handverki, flutningi, byggi-, fiski- og alivinnuni á sjónum.

  
Men í politikki restar nógv í, til kvinnur eru líka væl umboðað sum menn á tingi og býráðum. Tað sama við leiðslum í vinnulívinum. Færri kvinnuligir stjórar, deildarleiðarar og nevndarlimir eru enn mannligir.

 
Hava menninir skyldina í, at so er, ella kundu kvinnurnar verið meiri framligar og kravt fleiri leiðarastørv, verður spurt í sendingini.

 
Tað er serliga í leiðslustørvum, at kvinnurørslan streingir á at fáa fleiri av sínum kyni lyftar upp og fram og her má sigast at hava gingið seinni, enn ein kundi vænta fyri 20-25 árum síðan.

 
Eitt stendur tó fast, og tað er, at hvat hægri útbúgving viðvíkur, er kvennkynið væl ávegis til at taka kallkynið aftur.

 
- Spurningurin er so, um tann stóri og skjóti vøksturin á kvinnum við hægri útbúgving og við miðal longum útbúgvingum, fer at síggjast aftur í talinum á kvinnum í leiðandi almennum sum vinnuligum størvum.

 

- Halda kvinnur seg aftur í at søkja tey tíðarkrevjandi høgu og ábæru størvini, ella aftra tær seg fyri at velja heim, børn og familju frá til fyrimuns fyri toppstørv uttan fyri heimið?

 
- Eru kvinnur av lyndi minni váðafúsar og meiri íhaldnar fyri ikki at siga trygdarsøkjandi enn menn?
 

 - Tað er einki dulsmál, at skúlafólk hava varnast, at okkara ungu kvinnur eru minst líka framfýsnar sum dreingir, tá um hægri bókliga skúling ræður. Tað eru miðnámsflokkar, har fleiri enn 2/3 eru gentur og undir 1/3 eru dreingir.
 


Ávarðað verður ímóti, at skúlin, kanska heilt frá barnsbeini, hóvar gentum betur enn dreingjum, ja er innrættaður til gentur.


 
- Er ein orsøk til hetta tann, at kvinnuligir lærarar hava yvirtikið flestu lærarastovurnar, og ávirkar tað innihaldið í skúlunum, so dreingir trívast verri har enn gentur?
 


Sum gongdin er nú, og kvinnurnar fjølgast um tær longu, bókligu útbúgvingarnar, mugu vit vænta, at kvinnur yvirtaka tey størvini, sum krevja hægri bókliga vitan, eitt nú læknar, løgfrøðingar, lærarastørv á miðnámsskúlum, sálarfrøðingar, forn- og jarðfrøði og – sum frá líður – tey náttúruvísindaligu fakini sum verkfrøði, búskap og so hægri handilsútbúgvingar.


 
- Tá mugu vit vænta, at kvinnurnar manna fleiri hægri og leiðandi størv enn menn.
 

Og er so vandi fyri, at dreingir mistrívast, og gerast ein varandi undirstætt, sosialt, og hvat intøku viðvíkur, sum fara at  kappast við útlendska og tilflutta arbeiðsmegi við lægri útbúgving, verður eisini spurt.