Eftir eitt arabiskt vár kemur eitt islamskt summar! Tað heldur Óli Breckmann, sum skipar fyri kjakið á Rás2 klokkan 16 í dag. Evnið í kjakinum í dag eru muslimskir tilflytarar í Evropa og, hvørjar ætlanir teir hava við sínum nýggja heimlandi. Teir, sum fara at kjakast um evni, eru Gunnar Isfeld, cand. mag í søgu og átrúnað, og Jóannes K. Eliasen, cand. scient. og íðin islameygleiðari.
Eitt er, at stríðið í Gaza og drápini í Sýria halda fram. Og ikki minst hevur rørslan ISIS, hertikið eitt økið í Sýria, Jordan og Irak, sum er líka stórt sum Bretland, og har teir eru farnir ógvuliga harðliga fram.
Samstundis flýggja nógvir muslimar heimanífrá úr Miðeystri til Vesturheimin og bara í fjør tók Svøríki ímóti 70.000 traumatiseraðum flóttafólki úr Sýria.
Men tað er eisini ein sannroynd, at nógv av teimum nokta at uppgeva sína trúgv og siðir í sínum nýggju heimlondum og ætla liva sambært trúnni.
|