Landstýrið heldur fast um, at javnvág skal vera á fíggjarlógina í 2016. Men andstøðan, fjølmiðlar og búskaparfrøðingar ivast í, um hetta ber til við verandi fíggjargongd og fíggjarpolitikki. Hetta er tað, sum Óli Brekmann fer at kjakast um í beinleiðis sending á Rás2 nú seinnapartin í dag klokkan 16.
Tey, sum fara at kjakast um spurningin, eru Bárður Nielsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, sum eisini er formaður í fíggjarnevndini, Kristina Háfoss, sum er framsøgufólk hjá Tjóðveldi í fíggjarmálum, og Janus Rein, sum er framsøgumaður hjá Fólkaflokkinum í skattamálum.
Í upplegginum til kjakið spyr Óli Breckmann um fiski- og alivinnan ”klára at oysa fleiri 100 hundrað milliónir krónur fleiri upp í landskassan og kommunukassar, enn politikarar verða trýstir, ella freistaðir, allastaðni frá, til at gjara út aftur"?
- Áhugabólkarnir streingja á at skrúva útreiðsluventilarnar frá og at gjara út. Men tey ivasomu hava kanska grein í sínum máli um, at javnvág um bert trý fíggjarár er høgt mál at seta sær. |
- Ósemjan um rættan skatta- og fíggjarpolitikk tykist vera meiri eitt stríð millum samgongu- og andstøðutingmenn og búskaparfrøðingar, enn eitt kjak ímillum manna, ið passa sítt dagliga arbeiði og skyldur, uttan at vænta nakran búskarligan dómadag í bræði, um so vit fáa javnvág í 2016 ella ikki, sigur Óli Breckmann í upplegginum til kjakið.