Kjak: Geva dómararnir ov nógv kort?

Eg skilji einki, sigur Maurice Ross

Um vikuskiftið var 1. umfar í Effo-deildini. Sum altíð, so vóru tað spentir spælarar, sum fóru á vøllin sunnudagin. Men eisini dómararir hava verið spentir – kanska í so spentir vildi onkur sagt, tí tað komu ikki færri enn 33 gul kort, og tvey reyð kort í teimum fimm dystunum sunudagin.

 

Vit spyrja: Geva dómararnir ov nógv kort?

 

Ein av teimum, sum einki skilur av dømingini í fyrsta umfari av Effo-deildini, er nýggir venjari hjá Suðuroyarliðnum, Maurice Ross. Fyrrverandi skotski landsliðsspælarin stóð á síðulinjuni, tá dómarin gav ikki færri enn níggju gul kort í dystinum móti ÍF við Stórá. Harav sjey til heimaliðið. Hóast Suðuroyarliðið vann, so stendur skotin spyrjandi.

 

Siggja samrøðu og samandrátt frá 3-2 HER

 

- Eg skilji einki – hvat hendir? Um hatta eru sjey gul kort, so høvdu tjúgu spælarar blivið útvístir í Skotlandi. Har var ikki ein vánalig takling. Nú veit eg ikki hvat treytirnar eru fyri einum gulum korti. Er tað at nema við ein spælara, standa við síðuna av einum spælara, er tað at hava tvær føtur, tvey eygu – hvat er tað, spyr Maurice Ross undrandi í samrøðu við 3-2, eftir dystin sunnudagin.

 

Kjak: Ert tað í ordan at banna í miðlunum?

 

Hann er ikki einsamallur, um at undrast á nógvu kortini, sum komu í fyrsta umfari. Hyggja vit at Effo-dómarunum í fjør, so góvu teir í miðal 3,28 gul kort fyri hvønn dyst. Hetta talið var 6,6 gul kort fyri hvønn dyst sunnudagin.

 

- Eg má læra meg reglurnar her, tí tað eg sá her í dag var løgið. Sjey gul kort og eg sá ikki eina tí einastu vánaligu takling, sigur Maurice Ross við 3-2.

 

Flest kort komu í dystinum í Klaksvík, har tað komu heili 10 gul kort og tvær útvísingar. In.fo var á staðnum og samandrátturin sæst við at trýsta á pílin á myndini.

 

Nýtt fokus

Eins og vanligt er, so hava dómararnir lagt áherðslu á ávís punkt í fótbóltslógini verða yvirhildin. Til kappingarárið í ár er eitt av punktunum at seinka uppafturtøku av leiki, sum kann vera eitt nú at stilla seg fyri bóltin tá ið deyðbóltsstøða er ella at beint fram drála ov nógv.

 

Eisini verður lagt nógv fyri, at spælarar ikki skulu brúak seg, ella vísa niðrandi atburð kring og við dómaran. Eisini vóru nógv lagt fyri, so at fjórði dómarin eisini kann tjena sína løn. Hann skal nú hava enn meiri eftirlit við bonkinum.

 

Tað er ikki óvanligt, at nógv verður lagt fyri fyrsta umfar. Í fjør komu millum annað 23 gul kort í fyrsta umfari, men tað er framvegis langt upp til tey 33 í ár.

 

Skjótt til leikbann

Ein avbjóðing við øllum teimum gulu kortunum er, at tað skulu fara fýra gul kort til eitt leikbann. Ein regul, sum kom í gildi til farna kappingarár. Undan tí skuldi tú hava fimm gul kort, áðrenn tað útloysti leikbann.

 

Um kortveitslan heldur fram komandi umførini, so verður skjótt at fleiri spælarar sita uttanfyri. So er spurningurin hvørjum tað gagnar, at spælarar í heilum sita uttanfyri við leikbann?

 

Tí spyrja vit, um tað er ov stutt til gula kortið, ella skulu spælararnir bara tilpassa seg sum skjótast?