Fyrilestra- og kjakkvøld um fólkaræði og støðuna í Føroym í løtuni verður í hølunum hjá Starvsmannafelagnum í annaðkvøld klokkan 19.
Hallbera F. West, stjórnmálafrøðingur, fer at halda fyrilesturin "Kinesarin og skiparin í føroyska fólkaræðinum", og Kári á Rógvi, løgfrøðingur, fer at halda fyrilesturin "Meðan vit bíða eftir innliti - um løgfrøðifakligu atlitini í tunnilsmálinum".
Tróndur Enni og Lív Næs spæla og syngja í kaffisteðginum, og deyvatulkur verður til tiltakið.
Tað veit heimasíðan hjá Føroya Lærarafelag at siga.