Kjak um eldrabumbu á Rás2 í dag

Í beinleiðis kjaksending á Rás2 seinnapartin í dag, setir Óli Breckmann kikaran á aldursbýtið í Føroyum

 

Færri hendur, men fleiri munnar

 

Tað er útgangsstøðið í beinleiðis kjaksending, sum Óli Breckmann skipar fyri á Rás2 seinnapartin í dag frá klokkan 16 til 17.

 

- Ein ”eldrabumba” varð kunngjørd í føroysku fjølmiðlunum mitt í jólastákanini og kanska var tað líka frægt, at vit totaðust so at fyrireika jólini, at tíðindabumban ikki skakaði okkum so nógv, sum hon átti, sigur Óli Breckmann.

 

Tað, hann sipar til, er, at Hagstovan kunngjørdi, at longu næsta ár fystu ferð í søguni verður meirilutin av Føroya fólki eldri enn 40 á, altso í meðal oman fyri vanligan barnsburðsaldur.

 

- Eisini segði kanningin, at fyri bert 25 árum síðan arbeiddu sjey føroyingar á arbeiðsmarknaðinum fyri hvønn fólkapensjonist.

 

Gongdin í fólkatalinum merkir, at longu nú, í 2013 og 14, er talið á forsyrgjarum, tað er fólk í vanligum vinnualdri í Føroyum, frá 16 – 66 ár, fallið niður í 5 fyri hvønn fólkapensjonist.

 

- Uppaftur verri er, at longu um 20 ár, altso tá ið núverandi tannáringar, og fólk millum 20 og 30 ár, eru í besta aldri, verða bara tvey fólk ímillum 16 og 66 ár  arbeiðsmarknaðinum fyri hvønn pensjónist.

 

Hevði verandi skipan við fólkapensjón og samhaldsfasta hildið fram, skuldu altso bert tvey fólk í arbeiði havt somu forsyrgjarabyrði sum fimm fólk í arbeiði hava nú, fyri hvønn føroying yvir 67 ár.

 

- Hetta er eitt ræðandi útlit. Enn føða føroyskar kvinnur tíbetur í meðal 2,5 børn móti sløkum 2 í Norðurlondum og bert 1,5 barn í Týskalandi, Italia, Fraklandi og Spania.

 

Har minkar fólkatalið og má haldast uppi við einum jøvnum streymi av fremmandafólki.

 

Niðurstøðan er, at tað vera færri hendur til arbeiðis og fleiri pensjonistar.

 

- Hvat gera vit fyri at venda gongdini, so Føroyar ikki verða eitt ellisheim fyri at siga tað hart, tá dagsins ungu verða tilkomin, spyr Óli Breckmann í kjakinum í dag.

 

Við pallborðið í Rásarúminum sita Jón Joensen, hagfrøðingur, sum hevur gjørt kanningina, Helena Dam á Neystabø, royndur politikari á ymsum økjum, Gunnvør Balle, nýggj tingkvinna, og Jørgen Niclasen, landstýrismaður í fíggjarmálum, sum hevur arbeitt við og lagt fram tann stóra pensjónsreformin, ið sum frálíður skal avloysa verandi fólkapensjón.