Kjak um sjálvstýri fyri Føroyar

Sjálvstýri fyri Føroyar er í miðdeplinum, tá Udenrigspolitisk Selskab úr Keypmannahavn býður til kjak í Norðurlandahúsinum 4. juni, kl. 14.

25 limir í Udenrigspolitisk Selskab eru á námsvitjan í Føroyum. Endamálið við vitjanini er at seta seg betur inn í Føroya søgu og at skilja, hvat føroyingar hugsa og halda um Danmark og restina av heiminum. Tí verður skipað fyri hesum pallborðsfundi, har Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur, Liljan Weihe, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi og Marjun Hanusardóttir, fyrrverandi løgmansstjóri, fara at hava framløgur, sum snúgva seg um tjóðskap og visjónina um einar sjálvstøðugar Føroyar. Síðani verður kjak.

 

Danski journalisturin, Martin Breum, verður orðstýrari.  

 

Udenrigspolitisk Selskab í Keypmannahavn er sprottið úr mótstøðurørsluni ímóti týsku herðsetingini av Danmark undir seinna heimsbardaga. Evropa var stongt, mørkini landanna millum vóru merkt av píkatráði og harðskapi. Neyðugt var, at fólk fingu áhuga fyri umheiminum og fyri mentanum í øðrum londum. Í dag er heimurin broyttur, men Udenrigspolitisk selskab heldur upp á, at tørvurin á talufrælsi, kjaki og vitan er vaksandi. Evropa er aftur merkt av kríggi og ófriði, og tørvurin á innliti, fatan og samrøðu tvørtur um lond og mentanir er aftur átrokandi.

 

Tiltakið er á donskum. Øll eru vælkomin, skrivar Norðurlandahúsið.