Hvussu brynja vit føroyska skúlan til framtíðina? Hevur tú boð upp á hendan
spurning, hevur tú nú høvi at siga tína hugsan.
Almennur evnisdagur um fólkaskúlan verður á Háskúlanum í Havn hósdagin 10.
mars 2011.
Dagurin, sum hevur fingið heitið, RSF, Reflektión um Skúlan í Framtíðini,
hevur til endamáls at skapa karmar fyri reflektión og hugskotum um føroyska
skúlaverkið.
Stigtakararnir eru Páll Isholm,
skúlastjóri í Handilsskúlanum á Kambsdali, Helgi Rasmussen, sálarfrøðingur
og Rigmor Dam, kunningarráðgevi og lærari.
Evnisdagurin verður soleiðis skipaður, at tað eru luttakarnir sjálvir, sum,
undir skipaðum umstøðum, fylla innihaldið á dagin.
- Okkara motto er, at tankar eru virðismiklir í sjálvum sær. Men verða teir
?hugsaðir hart? og býttir við onnur, nørist hugflogið, so nýggjar tankar og
hugskot kunnu fjølgast, siga Páll, Helgi og Rigmor.
Tey siga víðari, at endamálið við degnum er ikki eitt ítøkiligt avrik, men
at lyfta felags tankavirksemið upp á eitt hægri stig, sum vit øll fáa gagn
av, tá vit í felag skulu brynja føroyska fólkaskúlan til framtíðina.
- Fólkaskúlin er fólksins skúli, og tí vilja vit, fólkið í Føroyum, eisini
vera við til at byggja skúlan fyri framtíðina ? sjálvandi saman við lærarum,
leiðslum, myndugleikum og øllum øðrum aktørum, siga tey trý, sum hava gjørt
sær nógvar tankar um skúlan, bæði sum hann er nú, og hvørjar avbjóðingarnar
verða framyvir.
- Hvussu sameina vit trivað, kreativitet og fakligheit í einum modernaðum
føroyskum skúla? Vit vita, at kappingin um arbeiðsmegi og vitan er hørð um
allan heim. Vilja vit standa okkum í hesi kapping, eru alneyðugt, at skúlin
er í støðugari menning, siga stigtakararnir