INSINUATIÓN
Eftir at Sosialurin gjørdi vart við, at eitt kjakevni kallaðist Dahl gjørt ein Jørgen, har ein kjakstovnari róði framundir, at Johan Dahl skuldi havt lænt maskinur frá Føroya Fiskavirking uttan at siga frá, er hetta kjakevnið nú strikað.
Bæði Johan Dahl sjálvur og Meinhard Jacobsen, stjóri á Føroya Fiskavirking, avsannaðu hesi leysatíðindi.
Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisfloksins, metti málið vera sera óheppið. Hann upplýsti, at floksskrivstovan hevði verið stongd síðan 14. juli, tá kjakevnið varð stovnað, og at eingin webmastari hevði ansað síðuni hesar dagarnar.
Kjakið á síðuni hevur annars verið opið, og tí hevur borið til hjá dulnevndum at viðgera navngivin fólk, til ein webmastari hevur tikið dagar ímilum, hvat var borðbært og hvat var ósømiligt.
Nú er so líkt til, at síðan aftur verður ansað, tí kjakevnið Dahl gjørt ein Jørgen hvarv í gjár av heimasíðuni hjá Tjóðveldisflokkinum.
MYNDATEKSTUR:
Nú er líkt til, at kjakið á heimasíðu Tjóðveldisfloksins aftur verður ansað