Tað verður onki orðaskiftið í Løgtinginum í dag um at banna kvinnum at ganga við burka ella niqab í Føroyum.
Sjálvstýrið hevur lagt eitt umstrídd uppskot fram um at seta bann fyri, at fólk ganga í dularbúna í Føroyum. Flokkurin hevur ongantíð dult fyri, at endamálið er at seta bann fyri at kvinnur ganga í burka ella niqab í Føroyum. Burka og niqab eru muslimskir kvinnubúnar, sum fjala andlitið.
Meiningarnar um upskotið eru ymiskar og ætlanin var, at Løgtingið skuldi hava orðaskifti um málið í dag. Men tá ið løgtingsfundurin skuldi byrja í morgun, boðaði Løgtingsformaðurin frá, at málið er útsett til seinni. Tað er eftir umbøn frá uppskotsstillarunum, altso tinglimunum í Sjálvstýri, at málið er tikið av skránni í dag.
Jógvan Skorheim vísir á, at tað er ikki óvanligt, at mál verða útsett. Tað er løgtingsformaðurin sum ger av, nær málið verður sett á skrá aftur, og Jógvan Skorheim vónar, at tað verður í næstu viku.
Tað er bara av nøkrum praktiskum orsøkum at hann hevur biðið um at fáa málið útsett, men hann sigur ikki, hvørjar tær praktisku orsøkirnar eru. Men eitt boð frá øðrum tingmonnum er, at málið var tað seinasta, sum skuldi viðgerast í dag og summi halda, at tað er keðiligt at fara undir eina viðger sum hesa út á seinnapartin ein fríggjadag.