Kjakið um Eldraøkið er farið út av kós

Eldraøkið er blivin ein peningalig byrða. Tey eldru eru blivin ein stór byrða fyri okkara samfelag og tað sum verri er, “eingin vil eiga barnið”.


Mín vón við útleggingini av eldraøkinum var, at nú  fóru vit at taka tað stóra takið og hyggja eldraøkið ígjøgnum og fáa veruliga lýst støðið, sum vit ynskja tað. Eitt sum vit mugu inn og hyggja meira uppá er, at komandi árini verður demensur ein avbjóðing fyri Føroyar, tí framskrivingar av hagtølunum vísa, at tað verða væl fleiri føroyingar við demensi, enn tað eru í dag. Avbjóðingin liggur í at fáa politisku skipanina, fakfólk og avvarðandi at taka felags tøk á somu leið, soleiðis at skapast kunnu tey neyðugu korini fyri hesi fólk og her mugu tey politisku signalini verða  meira greið.


Sum forkvinna í Alzheimerfelagnum, hugsi eg eisini um tey, ið hava sjúkuna demens, sum ikki klára at tosa fyri seg. Avvarðani sum skulu hesa stóru sorg og stórar menniskjaligar útfordringar ígjøgnum, eisini "á heilt ungum árum". Tey hava brúk fyri at vit (alment) taka hond um tey, bæði fagliga og við tí stóru sorg tey skulu ígjøgnum. Tey royna sum best at liva við, at persónsmenskan og lyndiseyðkenni hjá teirra kæru spakuliga verða niðurbrotin.


Hvussu vil tann eldri so liva sítt lív? Jú, tey droyma um eitt friðsælt lív við nærleika, kærleika og  oman á strævið arbeiðslív vilja tey at njóta tíðina við familju, góðari heilsu, sunnum økonomii,  ein góðveðurs dag at skavast við eitthvørt, ella bara at njóta sólina og so tað mest umráðandi – um tann dagur kemur “at tey ikki klára seg sjálvan”, ynskja tey at teirra  persónliga frælsi verður sýnt virðing.


Starvsfólk og leiðslur runt Føroya land, hava arbeitt eldhugaði seinastu árini inni á heimum, sambýlum og røktarheimum fyri at gera umstøðurnar meira virðuligar og heimligar, eisini hjá fólki við sjúkuni Demens og hevur hesin háttur fingið stórt hjartarúm. Okkara arbeiði snýr seg ikki um produktión, men um dygd í interaktiónini, at gleðast um tey smáu tingini og at geva stjørnustundunum ans.


Lønin og gleðin hjá starvsfólkunum er stór, tá fruktirnar síggjast sum úrslit av góðum arbeiði og tað mest umráðandi “viljin er tilstaðar”  innan starvsfólk og leiðslur.  Almannaráðið og Kommunur hava  víst hesi nýggju røktarheims-mentan virðing.


Arbeiðumhvørvið er ein áhaldandi tilgongd, ið krevur árvakin starvsfólk og leiðslur, ið við síni vitan og royndum eru før fyri at skapa lívd og framhaldandi góðar umstøður fyri hvørjum arbeiðsplássi sær.


Vit, ið arbeiða innan økið hava brúkt tíð uppá, at førleikamenna okkum til tær nýggju tíðinar, sum vit hava sæð tey seinastu árini, “at so nógv fólk fáa sjúkuna demens”, vaksandi ár aftaná ár. Sjálvt um WHO í 2012 kom út við eini ávaring og bað øll heimsins lond um leggja, ella brúka nógva orku í sjúkuna Demens…. hevur tað yvirraska okkum, hvussu stórur tørvurin er.


Tá tað er sagt, haldi eg at vit øll hava klára tað ótrúliga gott, heilt frá Vági til Klaksvíkar. Eg eri íhvørtfall stolt av hesum øki og av øllum eldsálinum, sum akkurát Føroyar hava fostra í hesum arbeiði.


Mín vón er at vit, ið eldhuga arbeiða innan eldraøkið/demensøkið, áhaldandi halda tí góðu kósina. At vit sleppa at halda áfram og at øll okkara politiska skipan hevur og vísur tað respekt, ið eg haldi at starvsfólk, leiðslur og tey, sum blíva rakt av sjúkuni demens og teirra familjur hava uppiborðið. Tí mugu vit í eina fagliga vitunarliga tilgongd, fyri at klára teir útfordringarnar, ið standa fyri framman.


Vit hava gjørt nógv framstig, men enn eru grázonir, sum vit eru noydd at hyggja uppá og eru tær væl lýstar í demensætlanini, sum bleiv handa í 2012. Ein grázona fyri nøkrum árum síðani var, at vit bert høvdu røktarheim at velja í, altso onki tilboð ímillum heimið og røktrheimið. Í dag hava vit nógv dagsentur og eru 1 til 2  tikin í nýslu hvørt ár tey seinastu árini, tað er rætti vegurin og skulu vit framhaldandi arbeiða ímótir at hjálpa meira ímillum heimið og røktarheimið.


Ein grázona, sum eg meti verða  næstan akut, eru avvarðandi ella “familjan sum er rakt”. Undirritaði situr í einum bólki, sum ger eitt álit til landsstýrisfólkini, hettar álit skal verða liðugt í maj og lýsur væl, hvussu vit á bestan hátt fara inn í framtíðina við teimum avbjóðingum, sum demensurin krevur av okkum. Tað er nokk onki land í verðuni, ið hevur so nógv starvsfólk, sum eru fagliga so væl fyri (40 demenssamskipara) sum í Føroyum. Hesa avbjóðing klára vit, um viljin er tilstaðar.

 

Halldis Joensen

Forkvinna í Alzheimerfelagnum