Kjakmentan: Fingið keðiligar hóttanir

Bjørt Samuelsen hevur sitið á Løgtingið fyri Tjóðveldi í nøkur skeið. Hon kom innaftur á seinasta vali sum eykafólk, eftir at Tjóðveldi fór í eina samgongu við Javnaðarflokkin og Framsókn.

 

Við árunum hevur hon upplivað at fáa eitt sindur á seg, men ikki so mikið, at tað hevur fingið hana at umhugsa at gevast.

 

Les eisini: »Tey góðu« taka frástøðu frá huldumanninum

 

– Eg havi fingið nakrar keðiligar hóttanir. Nøkur brøv í postinum, men oftast á Facebook. Tað hendir javnan, men ikki so ofta alíkavæl, sigur Bjørt Samuelsen.

 

Tað er serliga á Facebook, at Bjørt upplivir, at fólk kunnu gerast grov. Hon sigur, at um mann leggur eitthvørt út á Facebook, so koma nógvar ógrundaðar og neiliga viðmerkingar, men hinvegin kann tað øvugta eisini upplivast ofta, at Facebook gerst ein livandi miðil við góðum kjakum.

 

Sjálvt um tað kann tykast møtumikið, tá fólk ógrundað bara spilla út, so er tað umráðandi at politikkarar halda áfram at kjakast og blanda seg uppí, sigur Bjørt Samuelsen. Hon sigur, at tað kann verða keðiligt, men er samstundis ein partur av tí at verða politikkari og mann má taka tað við.

 

– Summi setast aftur, men ikki eg. Mann má tola, at tað ikki bara eru klapp og rósur, sigur Bjørt Samuelsen.

 

Bjørt Samuelsen starvaðist sum miðlafólk, áðrenn hon fór í politikk, so hon hevði eina ábending um, hvussu eitt kjaklandslag kundi síggja út. Hennara uppliving er stórt sæð, at flest fólk vilja kjakast siðiliga og sakliga, men tey halda seg kanska ikki framat. Bjørt Samuelsen sigur tó, at so umráðandi sum tað er, at halda seg framat í kjaki, so er tað umráðandi at seta mørk.

 

– Tað er ikki neyðugt at luttaka í einum ófantaligum kjaki, tí ofta hava ósaklig fólk ikki áhuga í kjakinum sjálvum, men einans at sleppa av við gleps og frustratiónir, sigur Bjørt Samuelsen.

Samrøða, Sólvit Nolsø hevði við Bjørt Samuelsen, Sosialurin 26. august 2016