Kjarnorkuverk aftur á streymnetinum

Sambært tíðindastovuni NTB fara tey trý kjarnorkuverkini, sum hildu uppat at virka eftir russisku álopini í gjár, at veita streym aftur til íbúgvarnar í Ukraina í kvøld.

Ein av seks reaktorum á kjarnorkuverkinum, Zaporizjzja, sum framvegis er undir russiskum ræði.

Øll tey trý kjarnorkuverkini í Ukraina, sum framvegis eru undir ukrainskum valdi, eru nú sett til aftur streymnetið í landinum.

 

Tað upplýsir orkumálaráðið í Ukraina í dag.

 

Eftir russisku rakettálopini mikudagin fór ein sjálvvirkandi skipan í gongd, sum steðgaði streymframleiðsluni á verkunum.

 

Men, tað krevst, at verkini eru sett til aftur streymnetið fyri at kunna køla niður radioaktivu skipaninar.

 

Eftir ógvusligu álopini mikudagin, hava arbeiðsmenn megnað at tryggja streymveitingina aftur og hava sett verkini til streymnetið.

 

Sambært tíðindastovuni NTB fara tey trý kjarnorkuverkini at veita streym aftur til íbúgvarnar í Ukraina í kvøld.

 

 

 

 

 

Ein av seks reaktorum á kjarnorkuverkinum, Zaporizjzja, sum framvegis er undir russiskum ræði.