Kjartan fer at spæla í bestu norsku hondbóltsdeildini

Kjartan Johansen fer at spæla við Bækkelaget

Kjartan Johansen, ið spældi við Önnered í bestu svensku hondbóltsdeildini farna kappingarár fer nú aftur at spæla í bestu norsku hondbóltsdeildini.

 

Kjartan fer at spæla við Bækkelaget, ið gjørdist nummar sjey í grundspælinum í bestu deildini, og tapti fyri Elverum í fjórðingsfinaluni.

 

Bækkelaget er eitt lið sum hevur heimstað í sunnasta partinum av Oslo. Felagið var stovnað í 1909.

 

Við heimasíðuna hjá Bækkelaget sigur Kjartan, at tað var eitt prát við høvuðsvenjaran, Jørgen Laug sum sannførdi hann um at skifta til Bækkelaget, ið er eitt lið við nógvum ungum, evnaríkum leikarum.

 

Jørgen Laug sigur við heimasíðuna hjá Bækkelaget, at Kjartan við sínum royndum í norskum og svenskum hondbólti, umframt royndirnar í altjóða hondbólti við føroyska landsliðnum fer at geva Bækkelaget nógv við sínum hondbóltsdygdum.

 

Millum størstu legendirnar sum hava spælt við Bækkelaget er Anja Andersen, ið vann nógv við Bækkelaget í seinnu helvt av 1990-árunum.