Kjartan Hoydal: Ein hjálpandi hond

Kjartan Hoydal sigur, at Hesuferð hevur ongar ætlanir um at smoyggja sjónarmið niður yvir fólk, sum ikki vilja standa við tey

 

Í teldubrævinum, sum Kjartan Hoydal skrivaði til limir í Átakinum Hesuferð, skjýtur hann upp, at fólk í Hesuferð fara at gera fleiri viðmerkingar í persónligum lesarabrøvum, sum tey eisini gjørdu fram til summarið 2000.

Og hann bjóðar eina hjálpandi hond til tey, sum hava hug at skriva lesarabrøv.

? Eg geri gjarna uppskot til innihald í lesarabrøvum, sum fólk kunnu taka at sær, umskriva og senda bløðunum, skrivar Kjartan Hoydal.


Bara eitt tilboð

Ljóðar hetta ikki, sum at tit vilja einsrætta viðmerkingar hjá fólki í tykkara felagsskapi?

? Nei, als ikki. Hetta er bara til tilboð um hjálp til fólk, sum hava ilt við at formulera tær hugsanir, sum tey hava.

? Í einum og hvørjum felagsskapi er tað ofta ein minni bólkur, sum er mest aktivur, og eg haldi at, tey, sum duga at skriva, skulu hjálpa hinum, sum hava eitt sindur verri við at orða seg. Tað er hetta, sum liggur í mínum tilboði, sigur Kjartan Hoydal.


Fólk sjálvi ábyrgd

Kjartan Hoydal skrivar í famøsa teldubrævinum, at Hesuferð hevur brúk fyri talsmonnum og kvinnum, sum kunnu stíga fram og royna at halda sjálvstýrismálið burtur úr tí vaksandi valstríðnum til komandi løgtings- og fólkatingsval.

? Vit ætla á ongan hátt at skriva viðmerkingar fyri fólk, sum tey ikki kunnu standa við. Eg bjóði bara fólki eina hjálp til at formulera seg, og so eru tað tey, sum hava endaliga ábyrgdina av lesarabrøvinum og tí, sum stendur í tí, sigur Kjartan Hoydal.

? Eg bjóði eina hjálpandi hond fyri at fáa eitt neyðugt orðaskifti í lag, har eisini fólk kunnu luttaka, sum hava ilt við at formulera sínar hugsanir.