Kjartan og Önnered endaðu árið við javnleiki

Kjartan og liðfelagarnir eru nú triðaftast í bestu svensku hondbóltsdeildini

Kjartan Johansen og liðfelagarnir í Önnered endaðu árið við einum javnleiki í bestu svensku hondbóltsdeildini.

 

Kjartan og liðfelagarnir tóku ígjár móti toppliðnum, Skøvde á heimavølli. Í fyrra hálvleiki vóru favorittarnir úr Skøvde betra liðið, og vóru teir eisini á odda 16-12 í steðginum.

 

Í seinna hálvleiki lá betri fyri hjá Önnered, bæði í verjupartinum og álopspartinum, og tá fá sekund vóru eftir var Önnered á odda 29-28, men ólukkutíð eydnaðist tað Skøvde at javna til 29-29 beint undan dystarloki.

 

Kjartan skoraði eitt mál uppá seks málmøguleikar.

 

Fyrsti dystur hjá Önnered aftaná vetrarsteðgin verður móti IFK Ystad á útivølli 5. februar.

 

Støðan: 

 

Nr               Lið:DystirVJT+/-Stig+/-
1 IK Sävehof161213493 - 4362557
2 IFK Kristianstad151032437 - 3762361
3 Alingsås HK17854481 - 4642117
4 Ystads IF HF16925470 - 4332037
5 IFK Skövde HK15924442 - 4172025
6 Hammarby IF HF17926503 - 4892014
7 HK Malmö16826456 - 4431813
8 Lugi HF17629465 - 46814-3
9 IF Hallby HK17548457 - 48314-26
10 Eskilstuna Guif IF166010438 - 47712-39
11 HK Aranäs16439414 - 45511-41
12 Önnereds HK174211474 - 51010-36
13 IFK Ystad HK15348403 - 44210-39
14 Redbergslids IK163211434 - 4748-40