Kjartan Johansen skoraði fimm mál, tá hann og liðfelagarnir í Önnered vunnu ein sera týðandi 33-28 sigur á Skånela úr næstbestu svensku hondbóltsdeildini á heimavølli í aðru Play Off uppgerðini um at sleppa undan niðurflyting til næstbestu deildini.
Í steðginum var støðan javnleikur 15-15, men í seinna hálvleiki var Önnered greitt omaná.
Skånela vann fyrsta Play Off dystin á heimavølli 32-26 (19-13), so nú er støðan 1-1 í samlaðu uppgerðunum. Spælt verður best av fimm dystum.
Í triðju uppgerðini hevur Önnered heimavøll. Tann dysturin verður leiktur komandi fríggjakvøld klokkan 18.
Svenska hondbóltssambandið hevur lagt 4. Play Off dystin millum liðini í Skånela sama kvøld sum Føroyar og Týskland spæla HM-undankappingardyst í høllini á Hálsi í Havn, leygarkvøldið 16. apríl. So vit mugu vóna fyri Önnered og fyri Kjartan, at tann dysturin verður fluttur.