Kjartan og Önnered vunnu seg av aftasta plássinum

Kjartan Johansen skoraði fimm mál tá Önnered vann ein sera týdningarmiklan sigur á heimavølli

Kjartan Johansen skoraði fimm mál uppá níggju málroyndir tá lið hansara, Önnered vann ein sera týdningarmiklan 32-28 sigur á Hammarby á heimavølli. Sigurin lyftir Önnered av aftasta plássinum í bestu svensku hondbóltsdeildini.

 

Önnered var á odda 13-12 í steðginum. Önnered var á odda við átta málum tíðliga í seinna hálvleiki, men Hammarby kom fyri seg aftur og fekk minkað um leiðsluna hjá Önnered.

 

Komandi dystur hjá Önnered verður á útivølli leygardagin klokkan 18 móti Hallby.

 

Elias Ellefsen á Skipagøtu og hinir í Sävehof spæla á útivølli móti GUIF fríggjakvøldið klokkan 18.

 

STØÐAN: 

 

Nummar                    Lið:DystirVJT+/-Stig+/-
1 IFK Kristianstad11722319 - 2751644
2 IFK Skövde HK10802307 - 2731634
3 IK Sävehof10712300 - 2671533
4 Ystads IF HF10712295 - 2621533
5 Alingsås HK11623309 - 2931416
6 HK Malmö10523285 - 280125
7 Hammarby IF HF11506328 - 323105
8 Eskilstuna Guif IF10505267 - 28410-17
9 HK Aranäs12417312 - 3489-36
10 IFK Ystad HK10244268 - 2828-14
11 IF Hallby HK11317290 - 3157-25
12 Lugi HF11308290 - 3096-19
13 Önnereds HK11308300 - 3376-37
14 Redbergslids IK10208277 - 2994-22