Ein keðilig vika hjá Kjartani Johansen og Helga H. Hoydal. Helgi H. Hoydal er skaddur, og vandi er fyri, at hann verður uttanfyri tað sum er eftir av norska kappingarárinum. Helgi hevur verið ein lyklaleikari hjá oddaliðnum í næstbestu norsku hondbóltsdeildini, Viking Stavanger, so tað er ógvuliga harmiligt fyri Viking, og fyri Helga sjálvan.
Í dag bleiv ilt verri. Viking Stavanger tapti greitt 23-30 móti Viking TIF á útivølli. Longu í steðginum var støðan 23-16 til TIF. Kjartan Johansen gjørdu tó sítt við at skora seks mál.
Viking er enn oddalið, men bert fýra stig eru niður til Sandefjord sum liggur á triðja plássinum, ið gevur rætt til upp- og niðurflytingardystir móti triðaftasta liðnum í bestu hondbóltsdeildini.
Komandi mikukvøld fær Viking Stavanger tó ein gyltan møguleika at koma á slóðina aftur tá teir spæla heimadyst móti Charlottenlund, ið liggur fjórðaftast í deildini.
Støðan:
1 Viking Stavanger 17 dystir 13 0 4 456 - 421 26 stig
2 Fjellhammer 16 dystir 11 2 3 420 - 367 24 stig
---------------------------------------------------------
3 Sandefjord 17 dystir 10 2 5 473 - 435 22 stig
---------------------------------------------------------
4 Falk Horten 16 dystir 9 2 5 415 - 401 20 stig
5 Nøtterøy 16 dystir 9 1 6 474 - 439 19 stig
6 Viking TIF 17 dystir 8 2 7 497 - 486 18 stig
7 Kristiansand 16 dystir 8 1 7 397 - 402 17 stig
8 Sandnes 17 dystir7 0 10 456 - 462 14 stig
9 Charlottenlund 17dystir 6 0 11 428 - 437 12 stig
10 Lillestrøm TH 16 dystir 4 2 10 439 - 452 10 stig
11 LFH09 16 dystir5 0 11 435 - 488 10 stig
12 Bodø HK 17 dystir 3 0 14 419 - 519 6 stig