Kjartan Thomassen settur sum stjóri á Elektron

Elektron hevði hall í 2013. Tað vísir ársroknskapurin, sum júst almannakunngjørdur. Úrslitið vísir eitt hall av vanliga rakstrinum í 2013 á 2,8 mió.kr. Harumframt eru óvanligar eyka kostnaðarføringar gjørdar á 17 mió.kr. og er úrslitið tessvegna eitt samlað hall á 19,8 mió.kr.

Elektron hevði hall í 2013. Tað vísir ársroknskapurin, sum júst almannakunngjørdur. Úrslitið vísir eitt hall av vanliga rakstrinum í 2013 á 2,8 mió.kr. Harumframt eru óvanligar eyka kostnaðarføringar gjørdar á 17 mió.kr. og er úrslitið tessvegna eitt samlað hall á 19,8 mió.kr.

 

Elektron hevur broytt kós og fokuserar nú á tænastur til føroyska marknaðin. Í hesum sambandi, hevur Elektron avskrivað goodwill og framt aðrar óvanligar kostnaðarføringar til størri verkætlanir og til uppsagnarlønir í tíðarskeiðnum. Hesar óvanligu kostnaðarføringar eru íalt 17 mió.kr.

 

Sølan lækkaði í 2013 úr 96 mió.kr. til góðar 86 mió.kr. Kundarnir á bæði danska og føroyska marknaðinum hava verið í eini ávísari bíðistøðu við at gera íløgur í menning av KT loysnum og hevur hetta merkt at sølan er lækkað.

 

Sum avleiðing av gongdini vórðu 8 starvsfólk søgd úr starvi í 2013, og skrivstovan í Danmark er latin aftur í 2014.

 

Fyritøkan væntar at vend kemur í gongdina komandi árini. Í 2013 og 2014 hevur framgongd verið á føroyska marknaðinum innan Hýsingarøkið, Rokningadepilin og eisini MínBoks, sum Elektron eigur í felag við Posta.

 

Elektron ætlar at styrkja sína støðu sum ein av stórstu KT fyritøkum í Føroyum og arbeiðir miðvíst við at víðka kundaskaran innan KT loysnir til bæði almennar stovnar og vinnulívið.

 

Í 2013 starvaðust í miðal 76 starvsfólk á Elektron.

 

Kjartan Thomassen, sum var fyribilssettur stjóri í februar 2014 er nú settur stjóri í P/f Elektron. Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Árna Ellefsen sum formanni og Súni Schwartz Jacobsen sum næstformanni.