Kjell danska útgávan av Susan Boyle

Tað var ein heilt serlig uppliving, tá ið 63 ára gamli Kjell trein á X-Factor pallin fríggjakvøldið. Neyvan væntaði dómarar ella hyggjarar hasa sjáldsomu røddina. Á heimasíðuni hjá DR hava hyggjarar sagt sína hugsan um hvør var besti X-Factor luttakarin fríggjakvøldið. Kjell fekk heili 48 prosent av teimum 2100 atkvøðunum.

 

Hyggjarar í Danmark og í Føroyum halda Kjell verða donsku útgávuna av Susan Boyle, sum vit kenna frá sendingini Britain?s Got Talent.

 

Kjell var seinasti luttakarin á pallinum hjá X-Factor, tann seinasta upptøkudagin.

 

Hann spældi nógvan tónleik í 60?unum, men lívið gav honum nakrar forðingar á vegnum.

 

Millum annað gjørdist hann misnýtari av rúsdrekka, og fekk síðani eitt hjartaslag, har hann var deyður í heilar nýggju minuttir.

 

Møguliga var syrgiliga lagnan ein av orsøkunum til, at dómarar og hyggjarar vóru bergtikin av honum, tá ið hann ristandi framførdi ?Unchained Melody?.

 

Blachman var sannførdur um, at var ein tílík kapping fyri 30 árum síðani, hevði Kjell avgjørt verið vinnarin.