Kjølurin er strektur undir søguskriving

KÍ hevur í kvøld møguleika at verða fyrsta felag, sum megnar at vinna tvær greipur í einum ári

Óføru KÍ kvinnurnar hava alla orsøk at fegnast um sigurin í finaluni í steypakappingini. Eftir tógvið stríð eydnaðist tað teimum at vinna 2-1 ímóti HB, sum av álvara gav favorittunum úr Klaksvík dygga mótstøðu.

 

Tá ið tær tóku ímóti steypinum fyri finalusigurin í steypakappingini, høvdu tær í KÍ FM steypið við á pallin. Hetta er 16. ferðin, at tær vinna greipuna – bæði FM og steypakappingina.

 

Tað er ongantíð komið fyri, at eitt og sama felag hevur vunnið bæði FM og steypakappingina í bæði kvinnukappingini og kappingini fyri menn.

 

Um tað fer at eydnast KÍ at vera fyrsta felag, sum vinnur tvær greipur, fæst at síggja í kvøld. Klokkan 19 fer FM liðið hjá KÍ at spæla steypafinalu ímóti Víkingi, sum í landskappingini vann silvurkrónurnar.