- Allan oktober og til langt út í november var lýtt, og tað legðist á kjøtið. Men, nú sær væl út, og bæði litur og luktur eru sera spennandi.
Tað skrivaðu tey á facebook-síðuni - Koltur - í síðstu viku. Á síðuni lógu nýggjar og forvitnisligar myndir, har tyrlan er í Koltri eftir kjøti, sum flogið verður til Kirkjubøar.
- Seyðakjøtið er selt í durasølu. Nakað verður latið beint eftir fletting, men størri parturin verður latin hesa tíðina.
Lagt verður aftrat, at dagurin í dag - 25. november, tá tyrlan var eftir kjøtinum - eydnaðist sera væl, og í Koltri takka tey tyrlumanningini fyri gott arbeiði.
- Hendan frálíka morgun avgjørdu vit at slinga tey seinastu krovini, og oman fyri sjeyti krov skuldu til Kirkjubøar, siga tey á Kolturs-síðuni á facebook.