Klædnahandil í miðbýnum í 45 ár

Klædnahandilin "hjá Kissa", sum er ein partur av býarmyndini í Havn, verður 45 ár mánadagin 14. september 2009.

Mánadagin eru 45 ár liðin síðan Jens Christian Christiansen (Kissa) byrjaði at handla við mannfólkaklæðum í miðbýnum í Havn. Eftir at hava arbeitt í handlinum hjá Hans Joensen í Niels Finsensgøtu í meira enn 30 ár, stovnaði Jens Christian Christiansen, vanliga nevndur Kissa, sín egna klædnahandin við mannfólkaklæðum á horninum Sverrisgøta/Tórsgøta í 1964.


Kissa varð føddur í Havn 27. juni 1916. Hann var serliga kendur sum sílaveiðumaður, og hann var ein av undangongumonnunum í Føroya Sílaveiðufelag. Tær flestu fríløturnar á yngri árum brúkti hann við tráðuni. Eitt annað av frítíðarítrivum hansara, var frímerkjasavningin, og har var hann mettur at vera ein rættiligur "kapasitetur".


Saman við svágrinum Peturi Háberg stovnaði Kissa "Norrøna Forlagið". Teir góvu út bøkur og annað tilfar á føroyskum. Eftir nøkur ár gevast teir við forlagnum og við endan av fýratiárunum fóru teir at innflyta bilar úr Onglandi og stovnaðu Bilasølan Norrøna.


Kissa var eisini ein av stovnarunum av Barnahjálpargrunninum saman við Peturi Háberg, Ludvík Breckmann og øðrum. Grunnurin varð stovnaður undir krígnum, og hevði sum endamál at hjálpa neyðstøddum børnum.


Kissa andaðist 14. desember 1996, 80 ára gamal. Eftir tað yvirtók dótturin, Elin Guttesen, handlinum. Í dag eru tað Elin og sonurin Birgir Carlsson sum stjórna handlinum.


45 ára stovningardagurin verður hátíðarhildin við eini stórari útsølu hjá Kissa, sum byrjar mánamorgunin og verður alla komandi viku.