Ein partur av klædninginum á Faroe Cold Stores í Vági loysnaði í tí nógva vindinum í morgun Tað var rættiliga harðført nógvastaðni í nátt og í morgun.
Í Suðuroy var nógvur vindur, og vindmátarin, sum Landsverk hevur oman fyri bygdina í Porkeri, fór upp í 50 metrar um sekundið í hvirlunum.
Vindurin ikki stórvegis skaða, men í Vági loysnaði ein partur av klædninginum á frystigoymsluni hjá Faroe Cold Stores, skrivar Suðuroyarportalurin.