Í hølunum, har havnarfólk áður sótu og loystu alkyns trupulleikar við einum koppi av kaffi, er nú ein nýggjur klædnahandil. Mikudagin í farnu viku lat Júniik upp á Kondittarínum í Havn. Handilin hevur seinastu tíðina búleikast í SMS.
Brynhild Restorff er nýggjur eigari. Hon hevur keypt Júnikk frá Petrinu Berg, sum framvegis starvast í handlinum.
- Vit valdu at flyta handilin, tí Kondittaríið er best egnaða hølið í høvuðsstaðnum. Fólk hava latið sera væl at higartil, sigur Brynhild Restorff, eigari.