Klæmint er ikki við í Trongisvági

Ken og Poul eru á beinkinum hjá TB

Klokkan 16.30 verður fyrsta bríksl í Trongisvági, har TB hevur vitjan av NSÍ.

Merkisvert er tað, at besti málskjútti í føroyskum fótbólti yvirhøvur ikki er á listanum.

Klæmint A. Olsen, sum skoraði tvey mál í 4-1 heimasigrinum ímóti EB/Streymi sunnudagin, er ikki á listanum hjá NSÍ. Hann er skaddur og er hvørki millum teir fyrstu ellivu ella á beinkinum.

Steffan A. Løkin verður undir liðini á Peturi Knudsen í NSÍ álopinum.

Hjá TB er Poul Ingason framvegis so mikið skaðadarvaður, at hann er ikki millum teir fyrstu ellivu. Hann er á beinkinum saman við eitt nú Ken Fagerberg, sum hevur hjálpt til onkra ferðina fyrr í ár.

Mark Kongstedt, sum í málleysa javnleikinum ímóti KÍ var á TB liðnum fyri fimtu ferð, er leikbannaður við fýra gulum kortum.

Mads Altschuler avloysti í málleysa javnleikinum ímóti TB beinanvegin eftir steðgin Frederik Mehder, sum hevur brotið eitt rivjabein og tí ikki næstu dagarnar verður førur fyri at verja TB málið.

 

TB – NSÍ kl. 16.30

Dómari: Aron Sofus Vest

TB: Mads Altschuler – Jens Erik Bruhn, Rasmus Møller, Ndende Adama Guéye, Samudeen Musah – Sebastian Kroner, Dánjal Godtfred – Andreas Midjord, Nikolei Johannesen, Einar Thorsteinsson –  Filip Obadovic (Ken Fagerberg, 59.)

Á beinkinum: Poul Eli Bærentsen, Bárður Dimon, Jóhan Renéson Thomsen, Poul Ingason, Ken Fagerberg

Venjari: Michael Winter

NSÍ: Tórður Thomsen – Jóhan Troest Davidsen, Oddur Á. Højgaard, Jákup Jakobsen – Jann J. Benjaminsen, Jesper F. Christjansen, Rógvi Egilstoft, Salmundur Bech (Betuel Hansen, 60.), Pætur Turiðarson Skipanes – Steffan A. Løkin (Búi Egilsson, 67.), Petur Knudsen

Á beinkinum: Karstin Hansen, Búi Egilsson, Jørgen Nielsen, Jann Martin Mortensen, Hans Marius Davidsen, Betuel Hansen, Aron Knudsen

Venjari: Glenn Ståhl