##med2##
Tað gagnaði KÍ og B36 í oddinum í Betrideildini, at dysturin millum NSÍ og HB endaði við javnleiki 1-1.
Tað endaði eisini 1-1 tá liðini møttust í 2. umfari í Betrideildini 17. mars.
HB legði seg framum tíggju minuttir undan steðginum. Málskjútti var Pætur Petersen, sum gjørdi sær dælt av, at NSÍ málverjin, Tórður Thomsen, tøvdi við at fara út úr brotsteiginum. Tað eydnaðist tað Øssuri Dalbúð at javna til 1-1 eftir horna, og var tað fyrstu ferð hann nam við bóltin.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá málunum og dystarendanum. Heðin Askham var viðmerkjari til dystarfrásøgnina, og hann helt, at HB blakaði sigurin burtur. Men Heðin gevur NSÍ tann kreditt, at teir stríddust allan dystin á tamb.
2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við liðskiparan hjá NSÍ, Klæmint A. Olsen sum greiddi frá, at javnleikur var ikki málið áðrenn dystin, men sigur. Tá dysturgongdin bleiv sum hon bleiv helt Klæmint tó, at javnleikur var eitt liviligt úrslit fyri NSÍ.
3) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við málskjúttan hjá HB, Pætur Petersen sum heldur, at HB hevur als ikki hepnið við sær í hesum døgum, og hann er alt annað enn nøgdur við javnleik móti NSÍ.
Støðan:
Nr. | ||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|
1. | KÍ | 16 dystir | 12 | 2 | 2 | 38:11 | 38 stig | |
2. | B36 | 17 dystir | 12 | 2 | 3 | 28:14 | 38 stig | |
3. | NSÍ | 16 | 11 | 3 | 2 | 40:16 | 36 | |
4. | HB | 18 | 10 | 5 | 3 | 42:18 | 35 | |
5. | Víkingur | 18 | 11 | 2 | 5 | 38:24 | 35 | |
6. | Skála | 18 | 8 | 0 | 10 | 20:21 | 24 | |
7. | TB | 18 | 5 | 3 | 10 | 15:33 | 18 | |
8. | AB | 18 | 3 | 2 | 13 | 19:47 | 11 | |
9. | EB/Streymur | 18 | 2 | 3 | 13 | 17:43 | 9 | |
10. | ÍF | 17 | 1 | 2 | 14 | 12:42 | 5 |