##med2##
NSÍ hevur fingið eina harða byrjan uppá hetta kappingarárið. Farna vikuskiftið taptu runavíkingar 2-5 móti NSÍ á Tórsvølli, og í dag tapti NSÍ 0-2 móti KÍ við Djúpumýru í Klaksvík.
KÍ-NSÍ 2-0 (1-0)
1-0 Jákup B. Andreasen (32.)
2-0 Jóannes Bjartalíð - br. (75.)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr viðmerkjaran hjá FM1 til dystin í Klaksvík í samrøðu við Petur Asbjørn Lervig, frásøgumann hjá FM1 taka samanum ein uppibornan sigur til KÍ.
2) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við liðskiparan hjá NSÍ, Klæmint A. Olsen sum staðfestir, at NSÍ skapti ikki nóg nógvar málmøguleikar í dag. Klæmint slær fast, at hann og liðfelagarnir lata seg ikki koppa av tí ringu byrjanini teir hava fingið fyrstu tvey umførini.
HER ber til at hoyra Petur Asbjørn Lervig siga frá báðum málunum. Hoyr eisini samrøðuna Petur Asbjørn gjørdi við fyrra málskjúttan og liðskiparan hjá KÍ, Jákup B. Andreasen.