Klár til summarið við hjálp frá Monu Breckmann

Seks ráð frá persónliga venjarinum Monu Breckmann

Summarið er í nánd, og tað er nú venjingarmiðstøðir eru við at fyllast við fólki, sum vilja verða klár til summarið. Mona Breckmann, persónligur venjari og coach, greiðir frá at vit ofta gera okkum sjálvi ør við ymiskum djús kurum og líknandi, og hóast tað onki er galið við at vilja koma í form, so er tað týdningarmikið at tað verður gjørt á ein  sunnan og varandi hátt.

 

 

-Tað sum eg elski við hesu tíðini er at síggja, hvussu fólk gera alt tað tey klára fyri at náa sínum heilsu málum. Tey koyra á, tí tey hava funnið ein máta, sum tey halda riggar, og møguliga ger hann eisini tað, sigur Mona Breckmann.

 

 

Hon leggur afturat, at tað er um hetta mundi at fólk spyrja hana, hvat tey kunnu gera fyri at fáa ein summarkláran kropp. Her hevur hon seks góð ráð, sum hon fegin vil deila.

 

 

1. Set tær eitt mál. Eitt mál, ið hevur eitt navn ella tal, og gev málinum eina tíðarfreist. Deil málið upp í smærri mál, sum til dømis viku- og mánaðarmál, og skriva tað niður. Tá tú gevur málinum eitt navn ella tal, og setur eina tíðarfreist á, so gert tú tað meir veruligt. Tað ber til at taka eina app niður, sum kann minna teg á hvussu nógvir dagar eru eftir inntil tú hevur uppnátt málið.

 

 

2. Hygg burtur frá tí sum tey kalla “quick fix”. Alt tað ið eitur kurur, koyr vekk. Ger heldur smáar broytingar í gerandisdegnum, so sum at ganga í staðin fyri at koyra. Et ein tallerk í staðin fyri tveir. Et meir grønmeti í staðin fyri tað hvíta, so sum pasta og hvítt breyð.

 

 

3. Et minni sukur. Tað er vísindaliga prógvað, at sukur er tað, ið ger at tú tekur uppá. Nú havi eg havt trý skeið við yvir 900 kvinnum, ið hava roynt eitt lív við minni sukur í 30 dagar, fyri at prógva hvat sukur veruliga ger. Kvinnurnar lætnaðu í miðal trý til fimm kilo eftir einum mánaði. Hygg at innihaldinum á matinum undir “heraf sukkerarter. Tá sært tú, hvussu nógv sukur er í per 100 gram. Lat hetta vera undir fimm gram. Her er frukt ikki íroknað, tí frukt hevur umframt nattúrligt sukur eisini fibur,vitaninir, miniralir og vatn. Tá hetta er sagt, so er ikki neyðugt at skúgva sukur heilt til viks, men et við máta.

 

 

4. Kom í form við at bygga vøddar. Jú meir vøddar tú hevur, jú hægri er forbrenningini. Tú kanst byggja vøddar á ymiskan hátt – bæði við vektum og utta. Sjótasti mátin er tó at gera venjingar við vektum. Far í eina venjingarmiðstøð og við um eitt venjingarprogramm ella vel okkurt av teimum mongu, sum er á YouTube.

 

 

5. Viga teg tá tú byrjar tína heilsuferð. Viga teg tó ikki oftari enn aðru hvørja viku, tí vektin kann lúgva. Hjá kvinnum kann hon lúgva alt eftir hvar tú ert í tíni cyclus, og annars veit vektin ikki, hvussu nógva vætu tú hevur í kroppinum ella hvat tú át í gjárkvøldið. Hetta kann ávirka dagin og leggja trýst á teg hvønn dag tú fert á vektina. Tá er tað nógv meir spennandi at gera sítt besta í tvær vikur, og síðani viga seg aftur. Eisini vil eg viðmæla her, at í staðin fyri bara at hyggja eftir talinum á vektini, tel so heldur kilometrarnir tú gongur ella rennur um vikuna, legg til merkis hvussu nógv meira tú lyftir í dag í mun til fyri tveimum vikum síðani, føl hvussu leysari klæðini eru og hvussu nógv meira orku tú hevur í mun til tá tú byrjaði.

 

 

6. Tað er ikki rætt at steðga við at eta. Tú kanst tapa teg og eta nógv, um tú hevur hug. Tað ræður um at eta rætt. Um maturin var at fáa tá vit vóru holubúgvar, so er tað sunt. Alt tað sum veksur í jørðini, á trøum og runnum. Kann tað veiðast? Jamen so er í lagið. Ver varðin við pakka mati. Hann er sera viðgjørdur og hevur sjálvdan føðsluvirði. Tá alt hetta er sagt, so er lívið meira enn ein kurur, “summar kroppur” og eitt tal á vektini. Tað handlar um at hava ein javnvág í lívinum, ið gevur tær bæði mentala- og fysiska heilsu, greiðir Mona Breckmann frá.