Nú kroppurin hevur verið ballaður inn í tjúkk og heit klæðir í fleiri mánaðir, hevur húðin brúk fyri øllum tí kærleika og umsorgan, sum er at finna.
Eitt av støðunum, har tú heilt vist upplivir satt forkelilsi og luksus er hjá Cosmeto: Ein oasa undir viðarlundini í Havn.
Ein myrkan mikudag í mars var Rákið bjóðað til krops- og andlitsviðgerð og prát um húð og vælveru hjá Mariu Vilhelmsen, sum eigur vælveru- og vakurleikasalongina Cosmeto.
Meðan hon bjóðar mær eitt heitt og avslappandi fótabað, saman við einum góðum temunni, stillum tónleiki og blómuanga, forklárar hon um húðina, og hví tað er so umráðandi at fyrireika hana væl til várið og summarið.
- Veturin er ikki góður fyri húðina. Vit eru nógv inni og ballað okkum í heit klæðum. Inniluftin er heit og turr og húðin tornar upp, fortelur hon, meðan hon turkar føtur mínar við mjúkum handkløðum.
Nú eg merki eftir, skilji eg, hvat hon meinar: Bæði hendur, føtur, knø og albogar eru tornað upp í vetur. So tað verður gott at koma yvir á briksina, har hon fer at geva mær eina kropspeeling.
Virða persónligu mørkini
Leggi meg upp, og havi stór, heit og mjúk handklæð um kroppin, so eg liggi ikki ber.
- Vit ganga høgt uppí, at kundin ongantíð kennir seg naknan ella beran. Tí er bara tann parturin av kroppinum berur, sum vit arbeiða við, sigur hon, meðan hon flytir handklæðið upp, so hon fær gníggjað peeling-kremið frá Ole Henriksen á beinini.
- Hetta tekur burtur allar tær deyðu húðsellurnar, og gevur húðini vitaminir og miniralir, greiðir hon frá, meðan hon masserar kremið inn í allan kroppin.
Aftan á verður kremið vaskað av við einum vátum svampi. Og eg eri um at sovna, tí tað er so deiligt.
Hetta hava øll uppiborið
Liggi og hugsi um mammu. At hetta átti hon at upplivað. At blíva ordiliga forkelað. Hava allar mammur ikki tað? Ella øll fólk fyri tað? Jú, hetta áttu øll at unt sær og hvørjum øðrum viðhvørt.
- Vit hava nógvar fastar kundar, bæði kvinnur og menn. Summi ganga fast einaferð um mánaðin, onnur bara av og á. Tað eru eisini arbeiðspláss, sum bjóða starvsfólkunum massagu. Og so hava vit ofta polterabend, har ein bólkur kemur inn við brúðrini ella brúðgóminum. Viðhvørt fáa øll somul viðgerð og aðrar tíðir bara høvuðspersónurin, meðan hini sita og hugna sær við einum glasi av onkrum góðum, sigur Maria, sum nú masserar kroppin hjá mær inn í kropskrem.
Her arbeiða tríggir kosmetologar og her eru trý viðgerðarrúm við tveimum briksum í hvørjum, tí ber eisini til at vera tvey inni í senn.
- Her koma alt fleiri pør, sum vilja hava eina hugnaliga løtu saman. So byrja tey inni í spa’inum, har tey kunnu vera saman. Og so fáa tey viðgerðir aftaná. Tað er ordiliga romantiskt, sigur Maria, sum hervið hevur sent hugskotið víðari?
Solarium er bannað
Nú er túrurin komin til andlitið. Leggi meg behagiliga aftur á, og taki ímóti. Fyrst verður húðin reinsað í dýpdini við produktum frá Medex. Aftan á fái eg tvær ymiskar maskur, andlitsmassagu, scin-tonic og til endans andlitskrem og uppbyggjandi krem kring eyguni og varrarnar.
Og eg fái rós fyri at hava so vakra húð? Tað arvar man frá mammuni, sigur Maria. Men eg skal ansa væl eftir húðini. Reinsa hana hvørt kvøld og hvønn morgun, sova við náttkremi og smyrja dagkrem á um morgunin.
- Tað ringasta fyri húðina er sól. Bæði natúrlig, men serliga kunstig, sum er púra bannlýst, sigur Maria, sum rámandi leggur afturat, at solarium er fyri tey, sum vilja hava rukkur og krabba upp á tilboð. Tí er tað eisini vorðið alt meira vanligt at brúka sjálvbrúnara við SunSpa spreyum, sum tey eisini bjóða hjá Cosmeto. Hetta er nógv brúkt hjá teimum, sum skulu vera serliga fín.
- Tey ungu vita væl, at sólin er vandamikil, og at tey skulu verja seg móti henni. Vit aðrar lógu bara og sólaðu okkum í tímavís, sigur Maria, sum hevur eina serliga missión við teimum ungu: Nevniliga at fáa tey at brúka dygdarvørur til húðina.
- Tað eru so nógv merki, sum fylla pakkarnar upp við fyllievni, til dømis miniralskum oljum, sum onki gott hava í sær. Tí er tað umráðandi, at man keypir góðar vørur, við nógvum aktivum evnum í, sigur hon.
Alt vaknar – eisini vit
Viðgerðin hjá Cosmeto endar við at eg fái eina lætta make-upp við lekra merkinum Youngblood. Fari ikki út uttan sminku, soleiðis er tað bara. Miniral-putur, sum vit longu hava selt okkum til á Rákinum, og so ein penan lit til eyguni, sum eg ikki vanliga brúki: Myrkt bourdoux. Hann má eg fara at keypa.
- Tú brúkar vanliga svart. Men viðhvørt skal man royna nakað annað. Og nú várið er á veg, vaknar alt til lívs, bæði kring okkum og vit sjálvi. Vit frískast upp og bjóða sólini vælkomnari. Hetta sæst eisini aftur á litunum, vit smyrja okkum við, sum eru ljósari og frískari, sigur Maria at enda, tá vit sita saman í sofuni og fáa okkum ein frískan smoothie.
Heit, rein, mjúk og pent sminkað fari eg út í várið aftur. Haldi eg havi verið í paradís seinastu tveir tímarnar. Og so mitt í arbeiðstíð. Kul ?
--
Reint luksus, mitt í Havn. Cosmeto bjóðar bæði andlitsviðgerðir, kropsviðgerðir, vøddamýking, húð- og neglarøkt og spa.
Hendurnar fáa eisini ein umgang av massagu, og neglirnar fáa fínt ljósareytt neglalakk, sum hóskar til árstíðina.
Føturnar hava tað ikki gott um veturin. Húðin er turr, og tær trongja til at blíva forkelaðar. Maria gevur mær fótabað, masserar føturnar við krem og smyr ljóst neglalakk á. Nú eri eg klár at finna táleysu yndissandalurinar fram aftur. Jubiii?