Kláraði sítt fyrsta triathlon í rúmdini

Sunita Williams eitur kvinnan, sum er fyrsti persónurin, ið hevur gjøgnumført eitt triathlon úti í rúmdini. Hetta hendi sunnudagin, tá Nasa-astronauturin Williams bleiv liðug við seinastu greinina av teimum trimum, sum allar fóru fram í rúmdini.

Seinasta vikuskiftið var Williams umborð á rúmdarstøðini ISS, har hon rann, súkklaði og svam somu distansuna, sum luttakararnir í Nautica Malibu Triathlon 2012, sum fór fram sunnan fyri California sunnudagin.

- Eg eri ótrúliga glað fyri at vera liðug. Hetta var als ikki lætt, segði 46 ára gamla Williams frá altjóða rúmdarstøðini sunnudagin.

At gjøgnumføra eitt triathlon úti í rúmdini hevur serligar avbjóðingar við sær. Williams brúkti eina súkklu og eitt renniband, og ein serlig maskina bleiv gjørd til Williams, sum hon brúkti til svimjingina.

Fyri at Williams kundi brúka maskinurnar og ikki fór at sveima runt orsaka av vektloysi, bleiv hon bundin føst til maskinurnar.

- Eg brúkti ein tíma, 48 minuttir og 33 sekund upp á at fullføra hesa triathlonavbjóðingina, fortaldi Williams frá ISS.Tá hevði hon "svomið" 0,8 kilometrar, súkklað 29 kilometrar og runnið 6,4 kilometrar.

Umframt at vera fyrsti triathleturin í rúmdini er Williams eisini einasti persónurin, ið hevur fullført eitt marathon úti í rúmdini. Hetta var í 2007.

Sambært Popular Science hevur eingin onnur kvinna verið líka nógvar samanhangandi dagar sum hon úti í rúmdini - 195 dagar.

Videobrotið niðanfyri er frá NASA-TV og vísir partar av triatlonkappingini hjá Williams úti í rúmdini.