Arbeiðið við nýggja vegateininum gjøgnum Leivík er nú komið so væl áleiðis, at gjøgnumkoyrandi ferðslan til og úr Norðoyggjum verður umløgd í morgin, týsdagin.
- Sjálvt um arbeiðið ikki er heilt liðugt, verður nú koyrandi eftir nýggja og nógv umtalaða gjøgnumkoyringarvegnum í Leirvík, róptur Fjøruvegurin. Hetta merkir, at ferðslan verður umløgd soleiðis, at gjøgnumkoyrandi akfør ikki longur skulu eftir ovara bygdavegnum, men skulu brúka nýggja vegin, ið fer umvegis havnalagið í Leirvík.
Landsverk sigur, at umleggingin av ferðsluni gjøgnum Leirvík verður gjørd millum klokkan 10 og 12 fyrrapartin týsdagin. Hetta merkir, at ferðslan kann verða nakað tarnað í hesum tíðarskeiði.
- Arbeiðið við nýggja vegnum hevur fevnt um endurgerð og breiðkan av verandi vegi fram við ferjuleguni, kirkjuni, havnalagnum, bátahylinum og gjøgnum fjøruna til íbindingina í tunnilsvegin til Norðoyatunnilin. Hesin teinurin er umleið 1.800 metrar til longdar.
Landsverk sigur, at tá arbeiðið ikki er heilt liðugt enn, er niðursett ferð á teininum, og heitt verður á bilførarar um at vísa varsemi.
Arbeiðsánari, og byggiharri er Landsverk. Teir, sum hava gjørt arbeiðið, eru JHR Entreprenørar og RTS Contractors, og kostnaðarætlanin er 40 miljónir krónur.