Klárt til Bridge finalurnar

Leygardagin varð hálvfinalan fyri pør í Bridge leikt í Bridgehúsinum í Havn.

Bridge

23 pør høvdu boðað frá luttøku kappingina, ið var spæld sum ein barometur kapping við 23 umførum á 2 spøl.
Í finaluni, sum verður í Bridgehúsinum í Havn leygardagin 21. apríl kl.10 luttaka, umframt 14 tey fremstu pørini frá hálvfinaluni eisini føroyameistarinir í par frá 2006, Bogi Simonsen og Hallberg Arnfríðson og Marner Joensen og Arnbjørn Sivertsen.
Tað gekk ikki heilt sum ætla, tá ið hálvfinalan skuldi setast í gongd. Nógvir ymiskir trupulleikar vóru at byrja við, men hesir vóru skjótt loystir, soleiðis at tað ikki nervaði tey luttakandi pørini stórvegis.
Hóast eina vánaliga byrjan vóru tað teir báðir, Heðin Mouritsen og Jóannes Mouritsen, ið vunnu hálvfinaluni 1 stig framman fyri Per Kallsberg og Dánjal Paula Mohr, Atli Hansen og Jógvan Ranghamar tóku flott triðja plássið.
Var spenningurin stórur um hvør fór at vinna hálvfinaluna, var hann enn størri um, hvørji pør fingu tey síðstu plássini, sum geva atgongd til finaluna. Heilt óvæntað vórðu tað teir báðir, Dia Jacobsen og Eyðun Antoniussen, ið gjørdist ov stuttir.
Tað verður uttan iva ein sera spennandi finala, ið verður leygardagin, har fleiri pør hava møguleika at vinna. Millum størsti favorittarnar eru, Heðin Mouritsen og Jóannes Mouritsen, Per Kallsberg og Dánjal Paula Mohr og Marner Joensen og Arnbjørn Sivertsen. Hesi pør skulu tó vænta sær harða móttstøðu frá pørum sum Allan Dal- Christiansen og Robert Langgard og Finn Ougaard og Høgna Jacobsen.

Endaliga støðan
1Heðin Mouritsen-Jóannes Mouritsen91
2Per Kallsberg-Dánjal Pauli Mohr90
3Atli Hansen-Jógvan Ranghamar50
4Jens Pauli G. Nolsøe-Danny Danielsen44
5Heini Joensen-Hans Jákup Poulsen39
6Ásla Weihe-Hallgerð Hansen38
7Helgi Joensen-Niels Nielsen33
8Símin Hansen-Hanus Bærentsen32
9Allan Dal-Christiansen-Robert Langgaard29
10Oddmar Danielsen-Einar Ellingsgaard11
11Finn Ougaard-Høgni Jacobsen4
12Henriett Svenstrup-Bjørg Róin3
13Øssur Winthereig-Ingolf S. Olsen-3
14Salomon Johansen-Zakaris Joensen-6
15Eyðun Anthoniusen-Dia Jacobsen-7
16Petur Sigurð Rasmussen-Hannis Jacobsen-12
17Dia Petersen-Hallur Ellingsgaard-17
18Jón Rasmussen-Bjarki Johannesen-27
19Haldor Ellingsgaard-Eirikur Joensen-43
20Andras Róin-Kristina Ottosdóttir-43
21Anna Olsen-Eva Berg-49
22Pól Joensen-Eyðun Jacobsen-55
23Ingibjørg Hansen-Inga Ellingsgaard-84