Chelsea og Blackburn brustu í dag saman á heimavøllinum hjá Manchester United, Old Trafford. Chelsea kom best frá byrjan, og eftir eitt væl spælt álop legði Frank Lampard favorittarnar á odda í 16. minutti. Eftir 63 minuttir javnaði Jason Roberts til 1-1, og hetta var eisini úrslitið, tá ið vanliga leiktíðin var farin. Dysturin skuldi avgerast, og tí varð farið út í longda leiktíð. Her var Chelsea omaná, og týski Michael Ballack gjørdist sigursharrin.
Chelsea leikar finaluna ímóti Manchester United á nýggja Wembley-leikvøllinum 19. mei.