Klárt til G!

G! 2009 skal endurreisast eftir gomlu forskriftunum, og verður í ár bjóðað til tónleikaveitslu við 46 bólkum og einstaklingum Eftir eitt ára steðg, verður G! aftur at uppliva í upprunaligum líki í Syðrugøtu í summar. Festivalurin er settur at vara í døgunum 23.-25. juli, og var skráin í farnu viku liðug og løgd út alment.

Fleiri enn 500 bólkar og einstaklingar úr øllum heiminum søktu um at sleppa á skránna í ár, og tað er tað mesta nakrantíð higartil í søguni hjá G!, sigur stjórin í tíðindaskrivi. Tey, sum sluppu gjøgnum nálareygað, eru 46 tónlistafólk og bólkar, harav eru 17 útlendsk úr Norðurlondum, USA og Kanada.

Umframt teir 46 tónleikabólkarnar og vøkru náttúruna í Syðrugøtu, verður eisini lokkað við ektaðari finskari sauna við finskum viði, finskum starvsfólkum, og finskum plátuvendarum. Eitt lið av eldlistarfólkum úr Tjekkia kemur at standa fyri einum stórslignum eld showi, ein heimspremiera verður av film- og tónleikaverkætlanini ?Pony Tales?,

sum varð upptikin í Føroyum seinasta summar.

Harafturat verða upptøkur til norska filmin, ?Buzz Aldrin, hvor ble det av

deg i alt mylderet?? gjørdar á sandinum, og eitt íslendskt filmslið vitjar eisini, eins og upptøkur til film um Orka eisini vera gjørdar á G! í ár.